Michael Gram, serfrøðingur hjá løgregluni, hevur kannað eldsbrunan á Stoksoyrarvegi í Klaksvík, tá eldur herfyri kom í eini sethús og maðurin, sum var í húsunum, brendist so illa, at hann endaði á sjúkrahúsi í Danmark.
Serfrøðingurin sigur, at eingin ivi er um, at tað var ein steikipanna úr aluminium á komfýrinum, sum var orsøkin til, at eldur kom í sethúsini.
- Steikipannan var smeltað niður yvir komfýrin, og líkt er til, at maðurin hevur skrúvað skeiva plátu frá, tá hann ætlaði sær at kóka sær nøkur epli í eini grýtu.
Michael Gram sigur, at teknisku kanningarnar vísa, at sløkt var undir bæði grýtu og pannu, men eplini í grýtuni vóru ráð og ikki kókað. Hinvegin var pannan smeltað niður yvir komfýrin.
Tí hugsar løgreglan, at maðurin av ósketni helst hevur tendrað skeiva plátu.
- Tá hann hevur sæð, hvussu vorðið hevur verið, hevur hann kortini megnað at sløkt undir pannuni, áðrenn hann sjálvur fellur í óvit einar 5-6 metrar frá komfýrinum, sigur serfrøðingurin hjá løgegluni.










