Páskaaftan var fótbóltslagið ikki gott í Runavík. Tá vann Skála á útivølli grannauppgerðina 1-0.
Tá varð álopsspælarin Steffan A. Løkin skiftur út, áðrenn ein tími var farin. Í kvøld bitu teir í gulu og svørtu leguni negl eina løtu. Í Sarpugerði var næstbesta liðið hjá Víkingi frammanfyri 2-1, tá ið tað restaðu fimm minuttir.
Kortini vann NSÍ 3-2. Stóri maðurin í grannauppgerðini í kvøld var Steffan A. Løkin. Hann skoraði hattrikk.
Tíggju minuttir undan steðginum legði hann NSÍ á odda 1-0 eftir einmansavrik og við skoti úr spískum í vinstru.
Fimm minuttir eftir steðgin javnaði Víkingur. Málskjútti var Tonni J. Thomsen, sum nú hevur skorað fimm mál og er toppskjútti í næstbestu deildini. Uppleggið átti Óla Kristian Skála Jacobsen. Víkingur legði seg á odda 2-1, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Runar Skylv Stølen var málskjútti, og Ingi Arngrímsson átti fína uppleggið.
Eitt korter undan leikloki skifti tríggjar spælarar inn – Mamuka Toronjadze, Yehor Korytskyi og Jógvan Højgaard – og fimm minuttir undan leikloki var Steffan Løkin aftur upp á spæl. Yehor Korytskyi legði innfyri við horna, og Steffan stýrdi bóltin í málið. So løgdu báðir partar nógv fyri í roynd at vinna sigursmálið. Tað eydnaðist NSÍ at skora, og málskjútti var enn einaferð Steffan A. Løkin, sum harvið skoraði hattrikk.
Aftur var tað Yehor Korytskyi, sum við horna legði innfyri, og aftur var tað við høvdinum, at Steffan skoraði.
Stórur fagnaður í NSÍ leguni. Leygardagin fer NSÍ í Gundadal at vitja teir næstbestu hjá B36.
Teir næstbestu hjá Víkingi fara leygardagin á Skála at spæla grannauppgerð.