Steffan skoraði aftur hattrikk

1 DEILD: NSÍ hevur av álvara fingið undanvind

Tað var einvegis ferðsla, tá ið NSÍ í kvøld hevði vitjan av teimum næstbestu hjá EB/Streymi.

 

NSÍ vann 5-0 eftir hálvleiksstøðuna 3-0, og tølini siga, at talan kundi havt verið um uppaftur trivaligari sigur, tí heimaliðið hevði heilt nógvar royndir á og framvið málinum hjá mótstøðuliðnum, og NSÍ vann níggju hornaspørk, meðan EB/Streymur einki hornaspark vann.

 

Tað letur til, at Steffan A. Løkin av álvara hevur fingið glið á málskjótingina. Fyri tveimum vikum síðani skoraði hann hattrikk, tá ið NSÍ vann 3-2 á útivølli ímóti Víkingi. So skoraði hann eitt mál, tá ið NSÍ vann 2-0 á útivølli ímóti B36, og aftur í kvøld skoraði Steffan hattrikk.

 

Eftir 20 minuttir var NSÍ frammanfyri 3-0. Steffan skoraði fyrsta og triðja málið, og Jógvan Højgaard var málskjútti minuttin frammanundan, at Steffan skoraði til 3-0.

 

Seks minuttir eftir steðgin økti Steffan um munin til 4-0, og nú er hann toppskjútti í deildini við sjey málum.

 

Meinhard Geyti staðfesti í síðsta minutti 5-0 sigurin, sum ber við sær, at NSÍ hevur 13 stig fyri 6 dystir, og at EB/Streymur hevur 4 stig fyri 6 dystir.

 

Leygardagin fær NSÍ vitjan av FC Hoyvík, og tá fær EB/Streymur vitjan av skálamonnum.