NSÍ vann í kvøld 3-0 uppi á Brekku í Leirvík ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi.
Hálvleiksstøðan var 1-0. Málið í fyrra hálvleiki skoraði Búi Egilsson longu í sætta minutti. Hetta var níggjunda málið í ár hjá Búa Egilsson, sum síðani summarsteðgin hevur skorað fimm mál.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki varð Steffan A. Løkin skiftur inn á liðið hjá NSÍ. Hetta vóru fyrstu minuttirnar hjá honum á vøllinum, síðani 30. juni. Steffan hevur verið skaddur, og í kvøld sást tað, at hann er komin fyri seg aftur.
Steffan økti um munin til 2-0 í 89. minutti, og ein minutt seinni var hann aftur upp á spæl, tá ið hann staðfesti 3-0 sigurin. Steffan er toppskjútti hjá NSÍ við 13 málum.
Tølini siga, at tað var stórur munur á liðunum. Hóast víkingarnir vóru á heimavølli, so megnaðu teir ongantíð av álvara at spæla seg til stórar málmøguleikar. NSÍ spældi seg til nógvar málmøguleikar og eina røð av hornaspørkum.
Sigurin ber við sær, at tað nú av álvara er kapping um fremsta plássið. NSÍ hevur 48 stig og er eitt stig aftanfyri Skála, sum í morgin fær vitjan av teimum næstbestu hjá B36. Víkingur er á triðja plássi – 11 stig aftanfyri NSÍ.
Næsta umfar verður um tvær vikur. Tá fær NSÍ vitjan av EB/Streymi, og Víkingur fer at spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík.