Stefan: Vit stríddust ikki nóg nógv

(Rás2) Hoyr unga áleyparan, Stefan Radosavljevic hjá Suðringum seta orð á 0-2 tapið ímóti Skála

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við unga áleyparan hjá Suðringum, Stefan Radosavljevic aftaná Suðringar høvdu tapt 0-2 ímóti Skála á útivølli í dag.

 

Stefan Radosavljevic heldur, at ein orsøk til 0-2 tapið var, at Suðringar vístu ikki sama stríðshugburð sum teir hava víst í teimum undanfarnu dystunum, og tað iðrar Stefan Radosavljevic seg um.

 

Stefan Radosavljevic iðrar seg eisini um, at hann ikki tók av tá hann fekk møguleikan at javna til 1-1. Stefan Radosavljevic slær fast, at Suðringar mugu gloyma tapið sum skjótast og fokusera uppá at vinna á EB/Streymi á útivølli um seks dagar.

 

Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein hoyrist HER