Stefan skoraði tvær ferðir

U-21 landsliðið: Venjingardysturin ímóti íslendska U-19 landsliðnum endaði 2-2

– Hetta var ein sera góður venjingardystur, áðrenn EM-undankappingardystin móti Armenia týsdagin. Nógv av okkara spæli var gott, meðan okkurt var minni gott, men eg haldi at vit sum heild fingu nógv burturúr, og tað er nógv, ið vit kunnu taka við okkum til komandi dyst, sigur venjarin hjá U21-landsliðnum, Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

 

Tað endaði við javnleiki 2-2 á Svangaskarði á Toftum, tá føroyska U21-landsliðið seinnapartin hósdagin tók ímóti íslendska U19-landsliðnum.

 

Gestirnir komu á odda beint fyri steðgin, men tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Stefan Radosavljevic, og tá stórur tími var spældur legði Stefan Føroyar framum 2-1. Føroyska leiðslan helt sær til góðar seks minuttir fyri leiklok, tá íslendarar javnaðu til endaliga úrslitið 2-2.

 

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Armenia verður á Svangaskarði týsdagin 8. juni klokkan 17:30. Eingir áskoðarar sleppa til dystin, sum verður vístur beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

 

Myndir frá dystinum

 

https://www.fsf.fo/javnleik-moti-islandi/

 

Føroyar U-21 – Ísland U- 19 2-2 (0-1)

 

Vinardystur á Svangaskarði hósdagin 3. juni 2021 kl. 17.30

 

0-1: Thorsteinn Aron Antonsson 45.

 

1-1: Stefan Radosavljevic 52.

 

2-1: Stefan Radosavljevic 72.

 

2-2: Kjartan Kári Halldórsson 79.

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

Føroyar: Peter Bergman Hansen – Símun Sólheim, Magnus Holm Jacobsen, Samuel Johansen Chukwudi, Jonn Johannesen, Pætur Turiðarson Skipanes, Steffan A. Løkin, Stefan Radosavljevic, Lukas G. Giessing, Børge Petersen, Hanus Sørensen

 

Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Bjarti V. Mørk, Áki D. Samuelsen, Ingi Jonhardsson, Sjúrður Pauli Nielsen, Noah Mneney, Ári Arge, Ragnar Skála

 

Venjari: Sámal Erik Hentze

 

Hjálparvenjari: Atli Gregersen