Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers ferðaðust ígjár til Drogheda fyri at spæla dyst móti Drogheda United í bestu írsku fótbóltsdeildini.
Dysturin endaði við einum 1-0 sigri til Drogheda, og var Sligo Rovers fyri tí fyrsta tapinum hetta kappingarárið.
Stefan er ongantíð byrjaður inni fyri Sligo Rovers enn, men hann fær spælitíð í hvørjum dysti. Ígjár kom Stefan á vøllin tá 57 minuttir vóru farnir av dystinum.
Sligo Rovers er nummar fimm í deildini við fýra stigum fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar.
Komandi leygarkvøld tekur Sligo Rovers móti Cork City á heimavølli.