Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers høvdu eina sera torføra uppgáva á útivølli í bestu írsku fótbóltsdeildini í kvøld.
Oddaliðið, Shelbourne tók ímóti Sligo, og var Shelbourne greiður favorittur at vinna dystin.
Men soleiðis bleiv ikki.
Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin legði Kailin Barlow Sligo á odda 1-0. Tá 58 minuttir vóru leiktir javnaði heimaliðið til 1-1.
Tá klokkan vísti 69 minuttir legði Stefan upp til týska áleyparan hjá Sligo, Fabrice Hartmann sum skoraði sigursmálið til 2-1.
Sligo er nummar átta í deildini við 22 stigum, meðan Shelbourne er greitt oddalið við 37 stigum, fimm stig frammanfyri nummar tvey, Derry City sum hevur 32 stig.
Sligo hevur nú fingið átta stig í teimum seinastu fýra dystunum, og er gongdin munandi betur nú í mun til vánaliga byrjanina upp á kappingarárið.
Komandi mánadag klokkan 17 tekur Sligo móti Drogheda. Eftir tað fer Stefan at ferðast til Estlands fyri at venja saman við landsliðnum til dystirnar í Baltic Cup.