Føroyska U-21 landsliðið hevur seinastu tíðina aftur og aftur víst, at tað smæðist ikki burtur.
3-1 heimasigurin ímóti Ísreal vakti ans, og eftir 2-1 heimatap ímóti Norðurmakedonia var tað um reppið, at Føroyar vunnu stig frá sponsku heimsstjørnunum, sum tó fóru úr Føroyum við 2-0 sigri.
Í kvøld eiga Føroyar heimavøll ímóti Montenegro. Fyrri hálvleikur er liðugur í góðveðrinum á Svangaskarði, og støðan er 1-0 til Føroyar.
Málið skoraði Stefan Radosavljevic í 29. minutti við sera snildum hælsparki, eftir álop í vinstru og innlegg frá Adrian Justinussen. Stefan Radosavljevic taldist eisini millum málskjúttarnar, tá ið Føroyar vunnu 3-1 ímóti Ísrael.
Føroyska liðið hevur verið leikliga omaná, og avrikið hevur verið eyðkent at stórum sjálvsáliti og skilagóðum avgerðum.
Gestirnir hava ikki verið so ofta í føroyska brotsteiginum, men einar tvær ferðir hevur tað tó verið vandamikið.
Føroyar: Rói Zachariassen – Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Ólavur Niclasen, Daniel Johansen – Stefan Radosavljevic, Hjalti Kárason Djurhuus – Adrian Justinussen, Petur Knudsen, Lukas Giessing – Pætur J. Petersen