TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2, har prátað var við áleyparan hjá Suðringum, Stefan Radosavljevic.
Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir vunnu týdningarmiklan 3-2 heimasigur ímóti EB/Streymi við Stórá í Trongisvági í dag. Ein sigur sum merkir, at Suðringar eru røttumegin niðurflytingarstrikuna nú.
- Hetta var ótrúliga stuttligt. Tá okur spæla uppá tað besta kunnu okur vinna á øllum liðum í deildini, staðfestir ein ovurfegin Stefan Radosavljevic.
Samrøðan, ið var á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham hoyrist HER