##med2##
Tað vóru spældir næstan 122 minuttir á Tórsvølli í Europa League undankappingardystinum millum B36 og The New Saints úr Wales. Máltalvan vísti tað sama, ið hon gjørdi millum somu lið fyri fimm árum síðani, nevnliga 1-2 til TNS.
Men so bjargaði Stefan Radosavljevic B36 við at medda bóltin í málið til 2-2, og B36 fekk eina bjargingarlínu í formi av einari brotssparkskapping.
- Ja tað var stuttligt, sigur Stefan Radosavljevic næstan smæðin um sera týðandi málið hjá sær.
- Tað er bara gott, at ein ikki gevur upp, slær Stefan fast.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá sera týðandi 2-2 málinum hjá Stefani Radosavljevic
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Stefan Radosavljevic aftaná 7-6 sigurin á Tórsvølli í kvøld.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá hæddarpunktunum frá tí minniliga og søguliga dystinum.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við málverjan - og bjargingarmannin - Róa Mørk Hentze.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup á Borg og Michal Przybylski
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sebastian Pingel, ið skoraði uppá tað seinasta brotssparkið hjá B36.