Stefan gjørdist aftur málhetjan hjá TB (FM1)

(FM1) Hoyr fegna TB-málskjúttan, Stefan Radosavljevic og ein minni fegnan HB-hjálparvenjara, Rasmus Nolsøe seta orð á TB-HB 1-1 (0-0)

Á Tvøroyri er fótbóltslagið framúr gott. 127 ára gamli aldursforsetin, TB ger higartil øllum døprum spádómum til skammar, og hevur higartil fingið stig í fýra av fimm dystum í Betrideildini. Skála hevur bara tapt ímóti hinum jaliga yvirraskilsinum í Betrideildini, Skála.

 

Í dag bjargaði Stefan Radosavljevic TB ein góðan javnleik í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat, tá hann javnaði til 1-1 aftaná, at Adrian Justinussen hevði lagt HB á odda 1-0.

 

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr frá FM1 samrøðurnar sum vóru í sendingini "Triði Hálvleikur", har prátað var við Stefan Radosavljevic hjá TB og hjálparvenjarin hjá HB, Rasmus Nolsøe.

 

Umframt at greiða frá málinum hjá sær staðfestir Stefan Radosavljevic, at TB hevði fleiri málmøguleikar enn HB, um HB enn hevði tað meira av spælinum.

 

Rasmus Nolsøe er vónbrotin, ikki minst at missa sigurin í allarseinastu løtuni av dystinum. Hann kann bara staðfesta, at HB longu nú hevur mist fleiri stig enn teir gjørdu alt kappingarárið í fjør, men hann slær fast, at HB ætlar sær á sigurskós aftur í dystinum móti AB á heimavølli skírisdag klokkan 18.15.