Stefan fekk fyrstu minuttirnar á vøllinum hetta kappingarárið

Sligo Rovers vann stórsigur í kvøld

Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers spældu í kvøld dyst móti gamla liðnum hjá Sonna Ragnari Nattestad, Dundalk á útivølli í bestu írsku fótbóltsdeildini.

 

Tað gekk framúr hjá Sligo, ið vann stórsigur 5-0. Longu tá 39 minuttir vóru leiktir var Sligo á odda 4-0. Tá ein tími var leiktur staðfesti Sligo stórsigurin.

 

Stefan kom á vøllin tá 19 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Talan er um fyrstu minuttirnar hjá Stefani á vøllinum hetta kappingarárið.

 

Sligo er nummar fimm í deildini við fimm stigum fyri fýra dystir.

 

Komandi leygarkvøld tekur Sligo móti Shamrock Rovers á heimavølli.