Stefan fekk ein sigur við Sligo undan landsdystunum

Sligo Rovers hevur nú vunnið triggjar dystir á rað

Aftaná eina tunga byrjan eru Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers nú í einari góðari gongd í bestu írsku fótbóltsdeildini.

 

Í dag spældi Stefan allan dystin, tá Sligo á heimavølli vann 2-1 á Drogheda.

 

Sligo legði seg á odda við einum sjálvmáli. Connor Malley økti til 2-0 beint undan steðginum. Drogheda minkaði um munin í fyrsta minuttinum av seinna hálvleiki, men nærri kom Drogheda ikki.

 

Talan var um triðja sigurin á rað hjá Sligo, ið nú er nummar seks í deildini við 25 stigum.

 

Stefan fer nú til Estlands at hugsavna seg um dystirnar í Baltic Cup saman við liðfeløgunum á landsliðnum.