So er tað alment, sum in.fo fleiri ferðir seinastu vikurnar hevur borið fram á torg.
Sáttmáli er undirskrivaður millum Stefan Radosavljevic og greipuvinnararnar í HB. Tað kunnger Havnar Bóltfelag í morgun.
20 ára gamli Stefan Radosavljevic flutti á sumri 2019 úr TB og til B36. Í Europa síðsta summar var hann sera eyðsýndur, og í heyst var hann ein av berandi kreftunum á B36 liðnum.
Sambært faroesoccer.com hevur Stefan Radosavljevic spælt 96 dystir í bestu deildini og skorað 22 mál, og í Europa hevur hann spælt seks dystir og skorað eitt mál.
Stefan Radosavljevic hevur spælt 10 U-21 landsdystir, 10 U-19 landsdystir og níggju U-17 landsdystir.











