Stefan er aftur í HB

Gamal kenningur hevur skrivað undir sáttmála við HB

Fyri fáum døgum síðani var søgan, at samstarvið millum Víking og Stefan Radosavljevic var hildið uppat.

 

Og nú hevur Stefan Radosavljevic funnið nýtt felag.

 

HB skrivar soleiðis í kvøld:

 

25 ára gamli Stefan Radosavljevic hevur skrivað undir ein 1-ára sáttmála við Havnar Bóltfelag.

 

Í 2022 gjørdist hann toppskjútti hjá felagnum í landskappingini har hann skjeyt 13 mál.

 

Vælkomin aftur, Stefan Radosavljevic, skrivar HB.