TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Steftan Radosavljevic hjá Suðringum aftaná Suðringar høvdu tapt 0-4 ímóti B36 í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. B36 vann samanlagt 8-2.
Steftan Radosavljevic staðfesti, at B36 var tað nógv betra liðið í dag, og talan var um ein ruddiliga uppibornan sigur. Steftan Radosavljevic er vónbrotin av, at Suðringar ikki megnaðu at geva B36 skarpari gang í dag.
Steftan Radosavljevic vísir eisini á, at hópurin hjá Suðringum er sera tunnur, og tað hevði komið væl við at fingið hópin styrktan til seinnu hálvu av landskappingini, har fokus nú er á, at Suðringar eisini skulu verða partur av bestu fótbóltsdeildini komandi kappingarár.
Suðringar - B36 0-4 (0-3)
Seinna hálvfinala í kappingini um løgmanssteypið
B36 fer í finaluna við samantaldum 8-2 sigri
0-1: Benjamin Heinesen
0-2: Kaimar Saag
0-3: Odmar Færø
0-4: Kaimar Saag
Dómari: Petur Reinert
Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen av teimum fýra málunum hjá B36, og samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við Meinhard E. Olsen og Jákup á Borg, høvuðsvenjara hoyrast HER