Kjartan Hoydal hevði seinasta arbeiðsdag í gjár sum aðalskrivari hjá NEAFC, sum er felagsskapurin fyri samstarvi um skipanir fyri fiskiskapi í altjóða sjógvi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Kjartan hevur røkt starvið sum aðalskrivari hjá NEAFC á skrivstovuni í London síðan 2001.
Tað boðar uttanríkisráðið frá í tíðindaskrivi nú um middagin í dag.
Nýggi aðalskrivarin hjá NEAFC er Stefán Ásmundsson úr Íslandi. Stefán hevur starvast við millumlanda viðurskiftum í íslendska fiskimálaráðnum í meira enn 10 ár og var eisini formaður í NEAFC-nevndini frá 2007 til 2009.
Í sambandi við stjóraskiftið var ein móttøka hildin í hølunum hjá NEAFC í London hóskvøldið 30. juni. Umboð úr øllum NEAFC-limalondum, umframt úr øðrum felagsskapum og stovnum, sum NEAFC samstarvar við, vóru til staðar á móttøkuni.
Kjartani Hoydal fekk nógvar tøkkir fyri sítt megnar arbeiði. Á móttøkuni vóru eisini heilsanir til Stefán Ásmundsson, sum umboð fyri limalondini ynsktu vælkomnum í starvið.
Føroyar vóru umboðaðar á móttøkuni við Kate Sanderson, sendileiðara fyri Føroyar í NEAFC, og Áka Johannesen, sendimanni Føroya í Stóra Bretlandi.










