Steenholdt tveittur út

APOPLEKSI. Siborg Arge er ein teirra, sum í gerandisdegnum hevur apopleksi nær at sær. Fyri góðum trimum árum síðani fekk mamma Siborg heilabløðing, og í tey bæði seinastu árini hevur hon búð heima hjá Siborg

GRØNLAND. Ein av stovnarunum av tí borgarliga grønlendska flokkinum, Atassut, varð seinasta vikuskiftið tveittur úr flokkinum.

Otto Stenholdt hevur seinasta tvey árini funnist harðliga at Ellen Kristensen, sum umboðar flokkin í Fólkatinginum, og hetta varð ovboðið hjá einum meiriluta í flokkinum.

Ellen Kristensen vann á júst Otto Stenholdt, tá seinasta fólkatingsval var, og hon hevði undan floksfundinum hjá Atassut kravt, at Stenholdt varð rikin úr flokkinum. Og á hesum floksfundi valdi flokkurin at standa aftanfyri Ellen Kristensen og Stenholdt varð biðin um at fara úr flokkinum.

Ellen Kristensen verður nú mettur sum upplagdi kandidaturin til at yvirtaka formanssessin í flokkinum, tá núverandi formaðurin, Daniel Skifte, fer frá á komandi landsfundinum.