Eftir 20 ára tøgn standa teir brádliga aftur har. Tveir menn um tey fimti, eitt sindur kiksaðir, men kortini tignaðarligir. Á amerikansku sjónvarpsrásini Much Music spæla teir sangin ?Cousin Dupree? av nýggju útgávuni Two Against Nature. Tann fyrsta síðani meistarverkið ?Goucho?, ið kom út fyri 20 árum síðani.
Hetta er á vári ár 2000. Merkisverda tónlistarliga parið Donald Fagen og Walter Becker eru aftur á vøllinum við teirra bólki Steely Dan. Og móttøkan hevur verið góð. Serir sum altíð hava teir gjørt av, at tíðin er búgvin at fara á tónleikarundferð ? ein ferð, sum eisini gekk til Danmarkar, har Steely Dan spældu í útseldaðari Valby høll 28. august.
Jazz?uppruni
Søgan um Steely Dan er fyrst og fremst søgan um teir báðar Donald Fagen og Walter Becker, ið hittust á ungum árum í New York. Teir gingu á Bard College, dámdu væl jazztónleik. Teir lósu bókmentir, á Bard háskúlanum. Og so skrivaðu teir eisini tónleik saman. Teirra innlit í bókmentir legði eisini lunnar undir navnið Steely Dan. Teir høvdu báðir lisið umstríddu bókina ?The Naked Lunch? frá 1959 eftir William Burroughs. Ein dildo (í roynd og veru tríggjar) verður í hesi bókini kallað Steely Dan, og soleiðis var orkesturnavnið funnið.
New York
Tað byrjar 10. Januar í 1948. Tá var Donald Fagen borin í heim á New Jersey á amerikansku eysturstrondini. Hann vaks upp við Chuck Berry og øðrum rock?n?roll tónleiki. Seinni kveiktist áhugin fyri jazzi. 12 ára gamal fekk Donald Fagen eitt klaver frá foreldrunum og so var botnurin lagdur. Serliga var tað jazztónleikurin, ið tendraði Fagen. So oftani hann kundi fór hann í bussinum til Manhatten at lurta eftir monnum so sum Sonny Rollins, Thelonious Monk, Miles Davies og Charlie Mingus. Heima við klaverið royndi tann ungi Fagen at endurspæla tað, hann hoyrdi á mongu jazzplátunum. Soleiðis útbygdi hann tíðliga eitt dygt forstáilsi fyri tí harmoniska ? nakað sum seinni hoyrdist aftur í Steely Dan løgum. Hetta bleiv í roynd og veru eitt av vørumerkjunum hjá Steely Dan ? undir luftigu og stundum melodiskt einføldu melodifrasunum lá ofta eitt sera væl útbygt harmoniskt fundament.
Walter Becker er tvey ár yngri enn Donald Fagen. Føddur í 1950 í New York. Upprunaliga ætlaði Becker sær at vera saxofonspælari, men hansara granni og vinmaður spældi guitar, og soleiðis lærdi Becker tær fyrstu akkordirnar. Men hann ilskaðist inn á guitarin, og fór eitt skifti at spæla bass. ? Mær dámdi væl tankan um bara fýra streingir heldur enn seks. Hetta var eitt sindur einfaldari?, skal Becker hava sagt (á síðstu Steely Dan fløgun Two Against Nature spælir Becker bæði guitar og bass á flestu løgunum). 17 árá gamal fór Becker á Bard College. Hann treivst slettis ikki. ?Men eg hitti eina rúgvu av áhugaverdum fólki? hevur Becker sagt.
Teirra millum var Donald Fagen.
Nei oman á nei
Donald Fagen og Walter Brecker byrjaðu at skriva løg saman. Báðir høvdu eitt slag av turrum humori til felags. Løgini teir skrivaðu, vóru slettis ikki í samljóð við meginpartin av poppløgunum um hetta mundið. Tvørturímóti byggja fleiri av sangunum á løgnar konstruktiónir og uppaftur løgnari tekstir. Hóast henda heldur abstrakta dámin so høvdu teir báðir samstundis eitt serstakliga gott tak á melodiskum krási, sum seinni fekk teirra løg at røkka heilt út í topp 40 útvarpsstøðirnar í USA.
Áðrenn teir komu so langt, skuldu teir í gjøgnum eina rúgvu av royndum. Teir bankaðu á dyr í áravís, áðrenn nakar vísti teimum áhuga. Fólk í tónleikaídnaðinum lurtaðu, men dugdu ikki at ímynda sær, hvat slíkur tónleikur kundi brúkast til í handilsligum høpi. Áftan á eina endaleysa røð av nyttuleysum vitjanum inni hjá fólki, sum onki vildu hava við hesar báðar at gera, kom spakuliga vend í.
Maðurin, sum gav teimum eina lítla vón um, at tað teir gjørdu ikki var púra vónleyst var Eddi Chorane, leiðari á publishing felagnum Jata. Hann tók ímóti teimum og lat teir spæla nøkur løg fyri sær live ein dagin á skrivstovuni. Teirra millum var lagið ?Charlie Freak?, sum Chorane helt hava nakað serligt yvir sær.
Hann spurdi teir, hvat teir ætlaðu. ?Vit ætla at gera eitt orkestur? var svarið.
Teirra stóra hepni gjørdist tó, tá vinmaðurin frá New York Gary Kannon fekk arbeiði hjá plátufelagnum ABC í Los Angeles. Kannon var skjótur at siga teimum ráðandi á ABC frá, um hesar báðar framúrskarandi sangskrivararnar. Stutt eftir vóru Donald Fagen og Walter Becker settir í starv á ABC at skriva løg fyri aðrar artistar. Teir fluttu til Los Angeles. Her byrjaði veruliga at lukta av nøkrum. Eftir fátæksligu árini í New York fingu tær báðir nú fasta løn.
Teirra kompositiónir vóru tó oftani sera torførar hjá øðrum sangarum og bólkum at brúka. Sjálvur segði Fagen um hesa tíðina: ?Gingið verður útfrá, at ein býlagdur sangskrivari situr og lurtar eftir útvarpinum og roynir at fylgja einum ráki. Í roynd og veru er tað, tí hoyrir út útvarpinum meira ella minni pínligt. Vit kláraðu okkum ikki so væl, tí vit eru eitt sindur løgnir. Tá tú skrivar fyri onnur, er tað torført hjá teimum at gera nakað, um tað ikki er totalt banalt.?
Meðan teir livdu av at skriva banal løg, sum ongin vildi brúka kortini, høvdu Fagen og Becker eina aðra ætlan. At fáa ein bólk upp at standa. Teir vistu longu, hvørjir hinir í bólkinum skuldu vera. Teir høvdu eisini funnið út av, at skuldu teira fáa vind í seglini, so máttu teir søkja eitt sindur inn móti tónlistarliga miðvøllinum, skriva løg, sum vóru minni torskild og eitt sindur minni uppblást. Teir vistu, at lyklaorðið í top 40 høpi var at hava eitt sterkt ?hook? og niðurlag. Høvdu teir tað, so kundu teir syngja um hvat tað skuldi vera. Loksins fingu teir eisini plátufelagið ABC, sum teir arbeiddu fyri longu framman undan, at geva teimum ein veruligan plátusáttmála.
Hol á
Donald Fagen og Walter Becker vistu eisini, at plátusáttmálin teir høvdu, reyk í vaskið, um teir ikki komu við einum lagi, ið fekk útvarpsstøðirnar at spæla Steely Dan. Í 1973 kom so fyrsta plátan út. ?Can?t Buy A Thrill?. Klassikarin á hesi plátuni gjørdist lagið ?Do It Again?. Hvørki plátufelagið ella Donald Fagen og Walter Becker roknaðu við, at hetta lagið hevði nakran kjans á útvarpsstøðunum. Men teir fóru skeivir. Lagið rakk einum 6. plássi. Aftan á at hava roynt uttan íhald í fýra ár, var nú hol komið á.
Gleðin var tó ikki treytaleys. Skjótt kendist trýstið av at endurtaka bragdið sum ein tung byrða á herðunum á teimum báðum sangskrivarunum. Tað gjørdist upp aftur verri av, at vanliga fatanin í 1973 var, at skuldi tú hava nakran livandi kjans í tónleikavinnuni, so mátti tú út at spæla fyri fjøldini. At byrja við var Steely Dan eisini ein veruligur bólkur soleiðis at skilja, at Fagen og Becker fingu Jim Hodder, David Palmer, Jeff Baxter og Denny Dias aftrat sær og teir ferðaust fyri tað mesta innanlendis í USA og spældu.
Men skjótt gjørdist vátt í reiðrinum. Fagen og Becker hataðu lívið ?on the road?. Teir orkaðu ikki tankan um endaleysar ferðaætlanir, um aftur eina konsert í aftur einum býi. Illviljin móti at spæla fyri fólki fekk hinar limirnar so líðandi at fara úr bólkinum.
Bólkurin mundið eisini spilt spælið við næstu útgávuni ?Countdown To Ecstacy?. Hóast góð ummæli, so vildu útvarpsstøðirnar ikki spæla nakað lag av hesi plátu. Men plátufelagið ABC hevði kortini framvegis álit á bólkinum og gav teimum ein kjans aftrat.
Studiotónleikarar
Tað var við triðju útgávuni ?Pretzel Logic?, at stór broyting hendi. Produsarin hjá Steely Dan ? Gary Katz ? gjørdi av, at nú skuldi sokallaðir session?tónleikarar ? teir allar bestu ? brúkast í upptøkuhølunum. Donald Fagen og Walter Becker elskaðu tankan. Tí nú kundu teir fáa teirra løg at ljóða júst sum teir ætlaðu. Her var bara at ringja eftir tí tónleikaranum, sum teir hildu riggaði best til ávísu løgini. Hetta merkti samstundis, at hinir limirnir í Steely Dan gjørdust mest sum púrasta arbeiðsleysir.
Millum bestu studio?tónleikararnar í Los Angeles byrjaði nú eisini prátið at ganga. At fáa uppringing at vera við á einum Steely Dan lagi var absolutt toppurin av kransakøkuni hjá framúrskarandi tónleikarum so sum hjá Chuck Rainy, Jeff Porcaro, Steve Gadd, Bernard Purdie, Larry Carlton, Steve Kahn, Jay Graydon, Michael Omartian, Dean Parks osfr. Mongu, kompleksu, akkordskiftini og krevjandi rytmusporini vóru serlig avbjóðing fyri ein hvønn tónleikara. Haraftrat gjørdist tað eisini skjótt greitt, at fyri tað um tú spældi okkurt inn fyri Steely Dan, so var slettis ikki vist, at tínir tónar vóru teir, sum komu við á plátuna.
Søgurnar um hesar báðar løgnu sniglarnar, ið sótu uttan at siga stórvegis í studiounum og ynsktu at gera upptøku oman á upptøku ? inntil teir vóru nøgdir ? gingu sum heitt breyð í tónleikaraumhvørvinum. Teir tríggir Becker, Fagen og Katz søktu altíð eftir tí perfekta og tað hendi seg meira enn so, at teir valdu at goyma løg burtur, sum tónleikararnir hinvegin hildu riggaðu framúr. Soleiðis kundi tað henda, at nakrir av heimsins fremstu tónleikarum fóru meira ella minni óttafullir í studio, har Fagen, Becker og Katz sótu og bíðaðu.
Ein av teimum fáu tónleikarunum, ið tordi at muta ímóti var trummuspælarin Bernard Purdie. Purdie var kendur fyri at vera stórur í munninum, men hetta bilti ikki, tí hann kundi sum fáur levera vøruna. Soleiðis er kanska stórsti klassikarin hjá Steely Dan ?Babylon Sisters? eitt first?take, har geniala trummuspælið hjá Purdie leggur lunnar undir eina absolutt 1. floks vøru Tað var annars serstakliga sjáldan, at upptøkur gingu so væl. Mest (positivt) skakandi løtan nakrantíð hjá teimum báðum Becker og Fagen var, tá teir á fyrsta sinni fingu Steve Gadd at spæla trummur. Talan var um sangin ?Aja?. Talan er um eitt serstakliga krevjandi lag við trummusolo mitt í lagnum.
Um hetta hevur produsarin Gary Katz sagt: ??Teir flestu tónleikararnir eru vanir við at spæla inn einaferð ella tvær ferðir, so er tað gjørt. Tað hendir aldrin hjá okkum. Einastu ferðina tað hendi var á ?Aja?. Steve Gadd knallaði tað á band, solo og tað heila, fyrstu royndina. Tann sangurin tók bert hálvan annan tíma at gera. Vit vóru fullkomiliga ovfarnir.?
Við hesi nýggju kósini gjørdist ?gamla? Steely Dan skjótt søga. ?Bólkurin? var nú treytaleyst Donald Fagen og Walter Becker ? og í ein stóran mun eisini produsarin Gary Katz.
Pretzel Logic seldi væl ? ikki minst orsakað av hit?lagnum ?Rikki Don?t Lose That Number?.
Í 1975 gav Steely Dan út plátuna Katy Lied, sum eisini kom á topp 20 í Bretlandi. Hóast sera góðu móttøkuna, so høvdu Steely Dan stórar trupulleikar við teknikkum. Teir royndu at brúka eitt nýtt DBX system, sum kortini slettis ikki riggaði tá avtornaði. Donald Fagen var so vónsvikin, at hann noktaði at práta um henda brølaran. Hóast teir fingu rættað heilt fitt upp á ljóðið, so gjørdist góðskan ongantíð so góð, sum teir høvdu ætlað. So í teirra hugi var talan um sorgarleik, tá Katie Lied kom út.
Á fimtu plátuni The Royal Scam, sum kom út í mai mánaði í 1976 brúktu Steely Dan studiotónleikarar sum ongantíð áður. Til hvørt lagið brúktu teir oftani millum seks og sjey trummu? og bassspælarar. Siðani valdu teir tað besta út. The Royal Scam seldi væl bæði í Amerika og Evropa, sjálvt um einki lag fekk stórvegis spæling á útvarpsstøðunum.
Trupul meistarverk
Tær báðar útgávurnar, sum síðani komu út, skuldu vísa seg at gerast meistarverk.
Fyrst var tað ?Aja?, sum kom út í september 1977. Ein sonn perla úr enda í annan, og hon gjørdist eisini ein stórseljari ? ikki minst takkað verið hit-lagnum ?Peg?. Heilir seks trummuspælarar blivu brúktir á teimum einans sjey løgunum á hesi útgávuni. Bernard Purdie, ið eisini spældi flestu løgini á The Royal Scam, spældi trummur á tveimum løgum á Aja. Ellivu tónleikarar, sum aldrin águr høvdu spælt á eini Steely Dan útgáva, vóru eisini at hoyra á Aja. Teirra millum taldust Steve Gadd, Wayne Shorter, Lee Ritenour, Steve Kahn og Jim Keltner. Ummælini vóru framúr góð og tann stóra fjøldin tók nú eisini Steely Dan til sín.
Tey, sum trúðu, at nú var toppurin náddur fingu tó ikki rætt. Steely Dan høvdu meira í sær enn.
Men á persónliga frontinum hevði serliga Walter Becker trupulleikar. Í januar 1980 doyði Karen Shirley, kvinnan Becker livdi saman við, av narkorúsi. Becker var knústur og tað gjørdist ikki betri av, at móðir Karen eitt ár seinni saksøkti Becker eftir 17 milliónum dollarum, og legði hann undir at hava ábyrgdina av, at dótturin byrjaði at taka kokain og heroin. Men í rættinum vísti tað seg, at vinir kundu vísa á, hvussu Becker hevði rindað fyri rúgvu av sjúkrahúsviðgerðum júst við tí endamáli at hjálpa henni burtur úr misnýtsluni.
Hesir persónligu trupulleikarnir vóru við til at gera upptøkurnar til ?Gaucho?, sum síðani skuldi vísa seg at gera síðsta Steely Dan útgávan í tjúgu ár, sera torførar. Becker var ikki so nógv í studionum, og Donald Fagen hevur eisini nevnt, at teirra skapandi máttur líktist alt meira eini todnaðari keldu. ?Vit skrivaðu sangir, men tað tók okkum tíð at skriva løg, sum livdu upp til tað støði, vit kravdu?, segði Fagen.
Tá Gaucho kom út í november 1980 var talan sostatt um heimsins dýrastu plátu nakran. Tvey ár innigravaðir í einum studio og við meira ein 40 ymsum tónleikarum, ið spældu við á plátuni. Plátan kostaði úti við eina millión dollarar at gera.
Ummælini vóru misjøvn. Hóast plátan var mett at vera góð, so vóru tað ikki øll, sum hildu, at hon livdi upp til Aja. Tveir av størstu klassikarunum hjá Steely Dan ?Babylon Sisters? og ?Hey Nineteen? vóru tó á hesi útgávuni, og øll plátan sum hon er telist millum farvorittarnar hjá mongum.
1980 gjørdist sostatt eisini árið, har Steely Dan fór í fyribilssøguna. Onki var at hoyra frá teimum í mong ár. Men í 1982 gav Donald Fagen tó út sína fyrstu soloplátu ?The Nightfly?, sum bleiv eitt satt hit eisini. Plátan minnir á nógvar hættir um tað besta av tí besta, ið Steely Dan gjørdu. Somu framúrskarandi tónleikararnir ganga eisini aftur á hesum klassikaranum.
Í 1992 fóru Walter Becker og Donald Fagen so aftur av álvara aftur at samstarva. Walter Becker produseraði ?Kamakiriad?. Fløgan kom út í 1993, men livdi ikki heilt upp til tað, teir áður hava gjørt saman.
Men á vári 2000 bragdaði so aftur av álvara. Two Against Nature hevur fingið góða móttøku ? bæði frá ummælarum og lurtarum annars.
Hósdagin vann henda útgáva Grammy-virðisløn sum ársins besta í kapping við Eminem, Radiohead, Beck og Paul Simon.