Steegmans vann í Belgia

Onnur etapa í heimsins størstu súkklukapping Tour de France hevði mál í Belgia, og hetta gjødi, at fleiri av belgiumonnunum í feltinum høvdu hug at vísa seg.

Og tað gjørdist eisini ein belgiumaður, sum vann hesa etapu. Móti endanum sluppu nakrir heilt fáir súkklarar leysir frá feltinum, tá fleiri av fresmtu súkklarunum duttu, og tí skuldi 2. etapa avgerast millum teir heilt fáu, sum sluppu undan stóra fallinum. Her endaðu tveir av belgiumonnum á belgiska súkkluliðnum, Quick Step, fremst. Vinnarin gjørdist Gert Steegmans, meðan Tom Boonen endaði á øðrum plássi.