Í næstu viku fara Charles kongur (75) og Camilla drotning á almenna vitjan í Avstralia. Tey fara at vitja býirnar, Sydney og Canberra - og oynna, Samoa, har kongur verður við á toppfundi

Steðgur í viðgerðini hjá Charles kongi

Tíðarætlanin fyri vitjanini hjá Charles kongi í Avstralia er løgd til rættis samsvarandi heilsuni hjá konginum, og lækni verður eisini við á ferðini. 

Í næstu viku fara Charles kongur (75) og Camilla drotning á almenna vitjan í Avstralia. Tey fara at vitja býirnar, Sydney og Canberra - og oynna, Samoa, har kongur verður við á toppfundi

Charles kongur av Stórabretlandi hevur verið fongdur við krabbasjúku í átta mánaðir.

 

Nú kongshjúnini skulu á almenna vitjan í Avstralia, verður ein steðgur í krabbameinsviðgerðini, sum kongur hevur fingið í hesum tíðarskeiði.

Hjúnini skulu verða burtur í 11 dagar, og fleiri útlendskir miðlar vita at siga, at í hesum tíðarskeiði verður steðgur í viðgerðini.

 

Læknarnir hava góðkent, at Charles kongur verður viðgjørdur fram til fráferðina, og at ein steðgur síðan verður í viðgerðini, meðan hjúnini eru í Avstralia.

 

Sambært Daily Mail er tíðarætlanin fyri vitjanina hjá Charles og Camillu í Avstralia løgd til rættis samsvarandi heilsuni hjá kongi, og lækni verður eisini við á ferðini. 

 

Kongshjúnini fara at vitja býirnar, Sydney og Canberra, áðrenn tey fara at vitja oynna, Samoa.

 

Á Samoa verður Charles kongur hjástaddur undir einum sonevndum CHOGM-toppfundi fyri stjórnarleiðarar og aðrar leiðarar fyri samveldisstjórnir.

 

 

 

Í næstu viku fara Charles kongur (75) og Camilla drotning á almenna vitjan í Avstralia. Tey fara at vitja býirnar, Sydney og Canberra - og oynna, Samoa, har kongur verður við á toppfundi