Svenning av Lofti reisir í lesarabrævi í dag spurningin, hvørt tíðin er komin at steðga náttarskeinkingini av rúsdrekka.
Tað eru tíðindini um harðskap um vikuskiftið, sum hava fingið Svenning av Lofti at skriva nakrar reglur. Hann vísir á, at vikuskifti eftir vikuskifti eru tíðindi at lesa um harðskap um vikuskiftið.
- Orsøkin er hin sama mestsum hvørja ferð: Rúsdrekka. Er stundin ikki komin at steðga skeinking út á náttina?
Svenning av Lofti skrivar, at náttarlívið er ein skomm fyri umdømi av høvuðsstaði okkara.
- Eg haldi at Tórshavnar býur, býarstýrið kann ikki lata hetta um seg ganga longur.
- Mong foreldur høvdu glett seg um at skeinkistøðini, í øllum førum, ikki fingu loyvi at hava opið so seint.
Les eisini Skeinkiloyvini í høvuðsstaðnum ikki opin á nátt.