Steðgaðu í Hvalvík at fáa adrenalinið niður

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr hvat Atli Gregersen hevði at siga tveir tímar aftaná steypahandina

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Atla Gregersen beint áðrenn midnátt, tveir tímar aftaná, at hann, sum liðskipari hjá Víkingi hevði tikið ímóti løgmanssteypinum, aftaná tryggan 3-0 sigur á NSÍ í finaluni.

 

Tá Rás2 fekk orðið á Atla vóru hann og hinir víkingarnir staddir í Joe´s Pizza í Hvalvík fyri at fáa eina lítla tuggu, og fyri at fáa adrenalinið niður.

 

Atli varð takksamur og næstan rørdur yvir tann ovurstóra stuðulin, sum mongu víkinga-fjeppararnir góvu liðnum í dag.