Steðgaðu fullum bilførara

Fólk steðgaðu mitt í nátt einum dýrandi fullum bilførara og ringdu eftir løgregluni

Løgreglan í Havn tók ein bilførara, sum koyrdi fullur í nátt. Tað vísti seg, at hann var farin av Argjum, har hann hevði rent á ein brandkrana, men síðani helt hann leiðina fram inn í býin.

 

Á Skálatrøð varnaðust fólk bilin, sum koyrdi so mikið ófantaliga, at tey fingu illgruna um, at alt ruggaði ikki rætt.

 

Tað eydnaðist fólki at steðga bilinum og tá ið tey sóu, at bilførarin var drukkin, royndu tey at fáa lyklarnar av honum.

 

Samstundis varð ringt eftir løgregluni, sum kom á staðið og tók mannin.

 

Løgreglan sigur, at bilførarin var rættiliga fullur og hann er nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.