Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum um vikuskiftið, men løgreglan sigur, at sum heild hevur tað verið stak friðarligt. Løgreglan sigur, at tvær ferðir vórðu tey boðsend á skeinkistøð, har tað var komið til ilnar ímillum ein duravørð og ein gest. Tað varð áfast, men báðu ferðirnar fekk løgreglan slætta sjógvin og fingu ólátaða gestin burtur, og so var friður aftur.
Men duravørðar eru í serligum vanda fyri at vera fyri harðskapi og tí hava teir eina serliga verju í lógini. Tað merkir, at tað førir harðari revsing við sær enn vanligt at gera seg inn á duravørðar. Í hesum báðum førum hevur løgreglan eisini kannað málini, men tað verður ikki gjørt meiri burtur úr.
Annars hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna. Í hesum sambandi er eitt ótal av bilum steðgaðir fyri at vita um bilførararnir vóru edrúir. Tað vóru teir allir- uttan fýra. Sostatt eru tveir bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning og tveir eru skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum.