Steðgaðu 50 bilum í Havn og í Eysturoy

Støðan var av tí heilt fræga, tá ið løgreglan gjørdi ferðslukanningar seinnapartin í gjár

 

Aftur seinnapartin í gjár var løgreglan úti á vegunum og kannaðu bilar at vita um alt var í samsvari við lógir og reglar.

Tilsamans vórðu eini 50 bilar steðgaðir í Havnini og í Eysturoy, men løgreglan sigur at støðan var av tí heilt fræga.

 

Tilsamans fingu fimm bilførarar bót og ein av teimum fekk eisini klipp í koyrikortið fyri at hava eitt barn í bilinum, uttan at tað sat spent í trygdarbelti.

Annars koyrdu tveir bilførarar uttan at vera spentir í trygdarbelti og tað fáa teir bót fyri og somuleiðis vórðu tveir tiknir fyri at koyra við uppslitnum dekkum.

 

 

Á summadekkum skal mynstrið verða minst 1,6 millimetrar og á vetrardekkum skal tað vera minst tríggjar millimetrar.

Og tað er ein dýr søga at koyra við ólógligum dekkum, tí bótin er 500 krónur fyri hvørt dekkið sum er ólógligt.

 

Samstundis skulu bæði dekkini á sama aksli vera sama slag, tað er sostatt ikki loyvt at koyra við einum summardekki og einum vetrardekki á sama aksli. Bótin fyri tað er 500 krónur.

 

 

Les eisini: Bilførarar fáa einki endurgjald frá tryggingini

 

 

Frá í morgin og til 30 apríl er annars ikki loyvt at koyra við summardekkum yvirhøvur, tá ið vandi er fyri hálku.

Tann, sum koyrir við summardekkum skal hava ketur undir tá ið vandi er fyri hálku, fyri at koyra lógliga.