Í nátt hevði løgreglan eitt miðvíst átak í Norðoyggjum og í Eysturoy, við tí endamálið at kanna bilar og bilførarar vit vita um øll hildu seg til lógir og reglar. Tilsamans vórður 40 bilar steðgaðir og løgreglan sigur, at støðan var góð og einki var at finnast at.
Einasti bilførari, sum er tikin fyri at koyra við kenning, varð tikin mitt í Havnini.
Men hinvegin hevur Akstovan nýliga sent løgregluni ein lista við nummarplátum á bilum, har eigarin ikki hevur goldið vegskatt. Hendan listan hevði løgreglan við sær í nátt og av tí sama vorðu nummarpláturnar kliptar av 10 bilum í nátt, har eigarin skyldaði vegskatt. Annars hevur løgreglan havt eitt sindur at gera, men tað mesta hevði ikki so nógv upp á seg. Ein kvinna, sum var farin inn í ein handil seint í gjárkvøldið var so ótrygg við ein fullan mann sum var komin inn og var ólátaður, at hon stongdi seg inn á wc og ringdi eftir hjálp. Løgreglan kom á staðið og fór avstað við manninum.
Harafturat hava tveir bilar verið fyri herverki, har speglini eru brotin. Løgreglan veit ikki, hvør hevur framt herverkini.
|