Talan var um útkall av tí heldur sjáldsama slagnum fyrr í dag, tá ein løgreglubilur fór ýlandi norður móti Kaldbakstunlinum fyrr í dag.
Orsøkin var, at ein bilur var uppsteðgaður í tunlinum, tí tangin var tómur.
- Hetta ljóðar kanska meinaleyst, men í einum tunli kann hetta fáa álvarsligar avleiðingar, og tí skundaðu vit okkum á staðið at tryggja ferðsluna við ávaringartríkantum, so eingin skaði stóðst av. Tíbetur spældi alt væl av, og tá nakrir dropar vóru komnir í tangan aftur, kundi bilførarin koyra aftur, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn.