Stearinljós festi í

Í nátt fingu vit aftur eina áminning um, hvussu neyðugt tað er at vísa varsemi, tá ið vit brenna stearinljós. Klokkan fimm í morgun fekk løgreglan boð um, at fólk sóu royk úr einum húsum í Havnini.

Tað vísti seg, at ein maður, sum var inni, hevði havt eld í einum stearinljósi.

Men tað var koppa niður á eina madrassu, har tað hevði fest í.

Tíbetur varnaðust fólk eldin skjótt og fingu boða frá. Av tí sama var skaðin lítil, tað var bara sjálv adrassan sum brendust.

Men Løgreglan sigur, at tað kundi skjótt enda galið.

Maðurin, sum var í húsunum, var fluttur á Landssjúkrahúsið av trygdarávum til eygleiðingar fyri roykeitran.

Annars hevur løgreglan havt rættiliga nógv baks av fullum monnum, sum hava verið til ónáðir.

Men stundir hava eisini verið til at gera ferðslukanningar og í hesum sambandi vórðu tveir bilførarar tiknir á kambsdali, annar koyrdi 108 kilometrar um tíman og hin koyrdi 105.