Steak Night á Sandi

Eitt serligt kvøld verður í Virkinum á Sandi leygardagin 19 mars, rópt Steak Night. Tá verður høvi at royna vilt moskusoksakjøt, ið er kent fyri at vera serstakliga gott - og dansur verður við vælumtókta bólkinum, Deiggj.

Tað verður Kristin Højgaard, sum fer at gera matin. Hann er royndur á økinum og hevur skipað fyri fleiri slíkum tiltøkum í Danmark.

Forættur við borðhaldið verður ein blandig av rækjum, laksi og øðrum góðum. Høvuðsrættur er stokt moskusoksakjøt við wasabi salat og sandeplum, ið eisin eru kend kring landið. TIl desert verður heimagjørd sjokolátakøka við ísi og berum.

Kendi bólkurin Deiggj fer at spæla til dans, sum eisini er við í kostnaðinum.

Tað er Ungmannafelagið Virkið, sum skipar fyri tiltakinum, og sagt verður haðani, at enn eru nøkur pláss eftir til kvøldið.

- Atgongumerki fáast á Effo, Magn og bakarínum á Sandi. Atgongumerki kosta 395 krónur, men tað ber eisini til bara at koma til dansin, og tá kostar atgongumerkið 150 krónur, siga tey, sum standa aftanfyri Ungmannafelagið Virkið á Sandi.