Mikukvøldið fór fótbólturin í summarfrí. Hjá spælarunum man frítíðin kennast uppaftur meiri væl komin, enn hon hevur verið áður. Eftir fýra ferðir 90 strævnar minuttir í tvær vikur, er einki at siga til, at spælararnir eru móðir og slitnir.
At siga, at tað nú er summarfrí frá fótbóltinum, er ikki heilt rætt. HB skal longu mikukvøldið spæla í fyrsta innleiðandi umfarinum í europeisku meistarakappingini, og B36 og GÍ hvíla ikki leingi, áðrenn teir fara at fyrireika seg til steypafinaluna, sum teir skulu spæla ólavsøkudag. Hini feløgini halda frí ímillum tíggju dagar og gott og væl tvær vikur, so verður aftur lagt til brots at fyrireika seg til átta tey síðstu umførini í landskappingini og Europa Cup luttøkuna, sum NSÍ og KÍ í august fara at vera partur av.
Akkurát sum roknað varð við
Í 10. umfarinum vóru úrslitini akkurát, sum tað frammanundan kundi roknast við. Øll tey liðini, sum undan mikudegnum vóru hægri á støðutalvuni enn mótstøðuliðini í 10. umfarinum, vunnu. KÍ vann 1-0 á GÍ í fyrsta umfarinum, og tað gjørdu teir aftur hesa ferð. HB vann 3-1 á FS Vágum í fyrsta umfarinum, og hesa ferð vunnu teir 3-2. NSÍ vann 2-0 á heimavølli í fyrsta umfarinum ímóti Skála, og í grannauppgerðini í 10. umfarinum, sum varð avgreidd fyri tveimum vikum síðani, vunnu teir 3-1. B36 og B68 spældu í fyrsta umfarinum javnt á útivølli ímóti ávikavíst VB og EB/Streymi. Hesa ferð vóru árstalsfeløgini á heimavølli, og tey vunnu.
B36 er oddalið, og teir hava møguleikan at endurtaka 2001 avrikið, tá ið teir á ólavsøku vunnu steypafinaluna og seinni á árinum vunnu meistaraheitið. Størstu kappingina tykist B36 at skula fáa frá grannunum úr HB og NSÍ. Men úrslitini hjá B68 og KÍ mikukvøldið gera, at hesi bæði liðini framvegis mugu roknast sum møgulig evni til heiðursmerkjapláss.
Tá ið tað undan kappingarbyrjan varð mett og roknað við, hvussu kappingarárið fór at hilnast, vóru havnarfeløgini roknað millum mest uppløgdu evnini til oddasessin. NSÍ og KÍ vórðu eisini nevnd sum møgulig oddaevni og kanska eisini GÍ. Støðutalvan eftir tíggju tey fyrstu umførini vísir, at tað hevur gingið, sum tað kundi roknast við. Undantakið er B68, ið ikki er so niðarlaga, sum tað frammanundan varð roknað við. Eftir sigurin á EB/Streymi mikukvøldið kjálkast toftamenn fram ímóti heiðursmerkjaplássunum, og so megnaðu teir hesa ferð at skjóta fleiri mál, enn teir hava gjørt nakra aðra ferðina í ár. Í teimum níggju fyrstu umførunum skoraði B68 átta mál. Í 10. umfarinum løgdu teir 50 prosent afturat. Teir skoraðu fýra ferðir mikukvøldið.
Fremstu feløgini eiga tyngdina
Botnurin er soleiðis, sum hann hevur verið mesta partin av árinum. Tað lá í luftini, at vágbingar kanska skuldu leggja rygg til stórtap í Gundadali, men soleiðis gekk tað ikki. VB tapti 2-1 ímóti oddaliðnum, og avrikið hjá vágbingum var ikki so galið at halda summarfrí aftaná. Einki er at ivast í, at plássið hjá VB á støðutalvuni er tað mest óvæntaða av øllum. VB hevur bara vunnið á heimavølli ímóti Skála. Teir hava megnað javnleik á heimavølli ímóti B36 og EB/Streymi og í Klaksvík. Teir hava tapt sjey ferðir. Tríggjar ferðir hava teir tapt við einum máli.
Vágamenn hava eisini tapt sjey ferðir, og teir hava eisini tríggjar ferðir tapt við einum máli.
Hjá fremstu liðunum er tað næstan líka mikið, um tey vinna við einum ella sjey málum. Serliga eftir at reglurnar fyri nøkrum árum síðani vórðu broyttar, soleiðis at tað nú eru innanhýsis uppgerðirnar, sum telja, áðrenn tað verður hugt eftir málmuninum.
FS Vágar hevur síðstu fýra dagarnar tvær ferðir verið á sigurskós ímóti oddaliðunum, men so hava teir mist á stokkinum. Tað ber til at siga, at teir í FSV hava verið óhepnir, og tað hava teir verið - eitt nú misnýttu teir brotsspark í 2. hálvleiki ímóti NSÍ - men tað vísir seg aftur og aftur, at tá ið tað stendur á, so vísa oddaliðini, at tey hava tyngdina og evnini, sum skulu til.
At tað hevur eydnast NSÍ og HB í Miðvági at venda hóttandi tapi til teprar sigrar og harvið trý stig er ikki ber tilvild. Avrikini ella rættari restandi avrikini fyrstu longu løturnar kundu bent á, at størsta hóttanin ímóti oddaliðunum, tá ið tey spæla ímóti botnliðunum, eru oddaliðini sjálvi.
Heilsustøðan
Hesar síðstu vikurnar hava merkiliga nógvir spælarar sitið uttanfyri, tí teir hava verið skaddir. Tað kunnu tað í hvussu so er vera tríggjar orsøkir til. Ein er, at tað hevur verið so stutt millum umførini, ein onnur kann vera, at spælið er ófantaligari nú, enn tað hevur verið, og ein triðja kann vera, at dómararnir ikki eru so skjótir at blanda seg nú, sum teir áður hava verið. Tveir teir seinnu møguleikarnar kann tað altíð metast og kjakast um. Tað er í hvussu so er ein veruleiki, at skaðarnir í luftspælinum hava verið fleiri, enn teir plaga at vera. At armarnir og ælbogarnir hjá fleiri nú eru hægri, enn teir áður hava verið, er heldur einki at ivast í. Føroyskir spælarar súgva til sín úr sjónvarpinum og úr altjóða royndunum. Sum oftast er tað gott, men ikki altíð.
At tað er ov tætt millum umførini hava vit áður víst á, og vit skulu ikki troytta við hesum. At tað í fleiri vikur hevur verið spælt mikukvøld kemst av, at feløgini ikki vildu hava, at tvey tey fyrstu umførini vórðu spæld tvey tey fyrstu vikuskiftini í mai. Okkara sjónarmið verður neyvan tikið við, tá ið ætlanir og skráir verða lagdar. Men tað kann neyvan vera stór ósemja um, at tað hevur verið ov stórt trýst á fótbóltskappingini hesar seinastu vikurnar, og at tað hevur verið stak óheppið, at hetta akkurát hevur verið í og rundan um ta vikuna, tá ið áhugin fyri tað mesta hevur snúð seg um Oyggjaleikirnar.
Men nú er summarfrí. Skaddu og troyttu spælararnir hava møguleika at koma fyri seg, sjálvt um tað skjótt verður farið undir aftur venjingarnar, og 3. august verður aftur farið undir stríðið um mál, stig, FM og Europa Cup og um at sleppa undan niðurflyting.
Í 11. umfarinum sær skráin soleiðis út: B68-Skála, HB-NSÍ, GÍ-FS Vágar, VB-KÍ og EB/Streymur-B36.










