Tað eyðnaðist heldur ikki hesa ferð strandarlondunum at koma ásamt um, hvussu fiskiskapurin eftir makreli skal skipast í 2011. Samráðingar hava hósdagin og fríggjadagin verið í Oslo millum strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg um eina strandarlandasemju um makrelfiskiskapin fyri 2011. Samráðingarnar vóru framhald av teimum fundum, sum hava verið fyrr í heyst.
Tað, ið skilir partarnar, er spurningurin um, hvussu heildarkvotan av makreli skal býtast millum londini.
Hóast eingin semja fekst í Oslo, so eru Føroyar, ES og Noreg samd um at taka samráðingarnar upp aftur fyrst í desember.