Tá Føroyar sunnudagin vann 1-0 á heimavølli móti Andorra, var tað merkisvert, at óvanliga nógvir steðgir vóru í dystinum. Floytað var fyri smáum fríspørkum óteljandi ferðir, umframt at góð tíð var tikin til fríspørk og innkøst.
Hagtøl frá dystinum vísa eisini, at steðgir vóru í dystinum í meira enn ein hálvleik. Føroyar hevði bóltin samanlagt í 28,32 minuttir í dystinum sunnudagin, meðan Andorra hevði bóltin í 13,47 minuttir av dystinum. Samanlagt var bólturin tí bara í spæl í 41,79 minuttir av dystinum, meðan steðgur var í dystinum í 53,21 minuttir av teimum 95 minuttunum, sum dysturin vardi. Altso meira enn ein hálvleikur av dystinum varð brúkt til steðgir.
Um vit samanbera landsdystin hjá Føroyum sunnudagin við landsdystin hjá Danmark í gjár, var bólturin nógv meira í spæl í tí dystinum. Tá hevði Danmark bóltin í spæl í 32,29 minuttir av dystinum, meðan Armenia hevði bóltin í spæl í 24,13 minuttir av dystinum. Tað gevur bóltinum samlað í spæl tí 56,42 minuttir, sum altso er nógv meira enn í dystinum hjá Føroyum sunnudagin.
Hóast bólturin í dystinum hjá Danmark var meira í spæl enn í dystinum hjá Føroyum, er tað tó undir miðaltalið fyri hvat bólturin plagar at vera í spæl. Effektiva spælitíðin í vanligum dystum í altjóða fótbólti liggur í miðal um 60 minuttir, meðan bólturin er uttanfyri spæl í umleið 33 minuttir av dystinum, tá yvirtíðin er roknað uppí. Tí var effektiva spælitíðin í dystinum hjá Føroyum móti Andorra sunnudagin óvanliga lág.










