“Tað er eitt týðuligt rák mótvegis avtøku av deyðarevsing í løtuni”, segði Irene Khan, aðalskrivarin hjá Amnesty International. “133 ST-limalond hava avtikið nýtslu av deyðarevsing antin í praksis ella umvegis lóggávu. Bert 25 lond framdu avrættingar í 2006 og bert seks lond stóðu fyri 91 prosentum av øllum avrættingunum. Hesi vóru: Iran, sum avrættaði í minsta lagi 177 fólk, harímillum fýra ungdómar; Irak, sum avrættaði í minsta lagi 65 fólk, harímillum ein ungdóm; Sudan í minsta lagi 65 fólk; Pakistan í minsta lagi 82 fólk; USA 53 fólk og Kina, sum avrættaði í minsta lagi 1010 fólk. Avrættingar verða mettar at vera ríkisloyndarmál í Kina og tí eru veruligu tølini nógv hægri, umleið 8000 avrættingar árliga.
Sambært kanningum hjá Amnesty fall talið av avrættingum við 25 prosentum í 2006 í mun til árið áðrenn.
Hvítarussland er einasta land í Evropa, sum framhaldandi nýtur deyðarevsing. Í Miðasia er rákið somuleiðis við at venda og alt fleiri lond avtaka deyðarevsing. Í juni 2007 avtók Kyrgyzstan deyðarevsing fyri vanlig brotsverk og í Kazakhstan hevur deyðarevsing ikki verið nýtt síðani 2003.
Í Afrika vóru seks avrættingar í 2006.
USA er einasta landi á amerikanska meginlandinum, ið hevur avrættað sínar borgarar síðani 2003. Hóast hetta eru glottar at hóma kortini. Tær 53 avrættingarnar, ið vórðu framdar í 2006 í USA, eru lægsta talið av avrættingum síðani mitt í 1990-unum.
Á Filipsoyggjunum varð deyðarevsing avtikin í 2006 og tað eru somuleiðis onnur framstig at hóma í Asia. Kina, ið hevur heimsmet í deyðarevsing, hevur tikið deyðarevsing upp til kjak og væntað verður, at talið av avrættingum fer at minka við 20 – 30 % í Kina komandi árini.
Í Marokko, Algeria og Tunesia økist kjakið somuleiðis um nýtslu av deyðarevsing. Í Marokko hevur ein “Sannleikanevnd”, ið byrjaði sítt arbeiði í 2005, mælt til at deyðarevsing verður avtikið í landinum.
“Heimsins stjórnir mugu stuðla uppskotinum, sum verður lagd fram á ST-fundinum og harvið taka eitt avgerandi stig móti einum heimi uttan deyðarevsing”, segði Irene Khan í sambandi við altjóða dagin móti deyðarevsing
Amnesty International er limur í samtakinum “World Coalition Against the Death Penalty” (WCADP), ið skipar fyri árliga degnum móti deyðarevsing. Í ár heitir samtakið á fólk, um at stuðla uppskotinum um eitt altjóða steðgibann í sambandi við deyðarevsing. Til ber at skriva undir áheitanina til ST á heimasíðuni hjá Amnesty International Føroya deild www.amnesty.fo < HYPERLINK "http://www.amnesty.fo" www.amnesty.fo