Steðgaður av íslendsku sjóverjuni

Sancy varð í gjárkvøldið steðgaður av íslendsku sjóverjuni, tá hann var staddur í ein landsynning úr Íslandi. Hann er nú á veg til lands við monnum hjá íslendsku sjóverjuni umborð.

Trolarin var í gjárkvøldið staddur 130 sjómíl úr Eystara Horni, tá mans frá sjóverjuni óvæntað komu umborð, helst fyri at kanna reiðskap og veiðu, og kanska eisini fiskileið.
Sambært íslendska blaðnum Vísir var eingin mótverja gjørd mótvegis manningini hjá íslendsku sjóverjuni, tá teir komu umborð á trolaran við gummibáti teirra.
Menninir frá íslendsku sjóverjuni eru framvegis umborð á trolaranum, sum  seinastu vit frættu  var ávegis til íslendska býin Eskifjørð.
Teir vænta at vera inni seint seinnapartin í dag, tá málið síðani skal viðgerast.
 
Ongin viðmerking
Sum skilst hevur Sancy roynt nærhendis gráu sonuni. Tí er tað helst ein spurningur, hvar trolarin heilt nágreiniliga hevur verið til fiskiskap.
Tað er helst hesin spurningin sum ein rættur í landi skal taka støðu til.
Tað er Moyggjartúgva í Vági sum eigur Sancy. Tá vit bóðu Mikkjal Sørensen, reiðara um viðmerkingar segði hann seg ongar viðmerkingar hava til málið.
Skiparin umborð hevði heldur ikki hug at úttala seg, fyrrenn málið hevði verið fyri í rættinum.
Nevnast kann, at Sancy hevur áður verið heimahoyrandi í Íslandi. Hann æt tá Hvannaberg, og var tá heimahoyrandi í Ólafsfirði.