Steðgaðu upp

Bartal Eliasen heldur, at fyrra B68-málið at kalla oyðilegði dystin fyri ÍF

fótbóltsprát

Lagið var ikki av tí besta, tá vit eftir dystin á Svangaskarði fingu orðið á Bartal Eliasen hjá ÍF.
- Hatta var ein katastrofa hjá okkum. Vit hava møguleikarnar fyrra partin av dystinum, men vit megna ikki at umseta hesar til mál, og so fáa vit eitt sovorðið mál ímóti okkum. Tað var kanska gott trekt, men hann ferð altso fram við fýra av okkara monnum, og tá skal onkur vera nóg kaldur til bara at taka hann. Næsta málið er hinvegin ein perla, men tá vóru vit longu uppsteðgaðir.
Tað sá eisini út til, at tit fóru púrasta niður við nakkanum longu eftir fyrsta málið. Megnaðu tit ikki at tackla mótgongdina?
- Eg veit ikki. Tað er kanska eisini tað, at vit hava somikið nógvar ungar leikarar á liðnum, og at vit tí gerast ov fjáltursstungnir. Í øllum førum hekk lítið og einki saman hjá okkum eftir hetta, helt Bartal.
Enn eru tó trý stig niður til B68, men hóast hetta, so tykist Bartal ikki hava alt ov ljósar vónir um komandi vikurnar.
- Nú verður tað í øllum førum ókuksáliga trupult hjá okkum, og vit mugu í øllum førum vóna, at B68 einki fær burturúr seinastu umførunum. Men líka mikið, hvat og hvussu, so mugu vit ikki hanga við høvdunum ov leingi. Vit mugu stríðast sum ein maður, og so vóna, at tað ber nóg langt, segði verjuálitið hjá ÍF at enda.