Heldur ikki í HB var nøgdsemið um javnleikin serliga stórt. Málskjúttin, Rógvi Jacobsen, ásannaði tó, at HB fyri steðgin var um at missa dystin heilt.
- Fyrst og fremst, so ráddi um at bremsa niðurtúrinum hjá okkum. Vit løgdu fyrst og fremst dent á verjupartin, og tí vóru vit dekan ov passivir fyrstu longu løtuna. Tað eydnast tó á tann hátt, at teir ikki skora, og í seinna hálvleiki haldi eg, at vit eru væl við. Ikki minst seinastu 20 minuttirnar, tá vit helst eisini burdu avgjørt dystin.
Støðan í dag er, at HB bara hevur vunnið fýra av fyrstu 12 stigunum, og tað er ein úrtøka, sum tey í felagnum ikki eru nøgd við.
- Sjálvandi eru vit ikki tað. Dysturin í dag var tó eitt lítið stig rætta vegin, og hjá okkum er bara at arbeiða hart fyri at fáa fleiri stig á kontina, sigur Rógvi Jacobsen.










