Steðga tunnilsstoppinum Henrik Old

Seinasta sunnudag vóru tvey ár liðin síðani okkara trafikkministari Henrik Old, saman við øðrum góðum fólkum, var á Viðareiði við grindaknívinum og kubbaði snórin fyri nýggja Viðareiðistunlinum. 

 

Hetta var ein hátíðarløta sum øll fegnaðust um. Løgmaður var sjálvandi við. Í samrøðu við KVF sama dag segði løgmaður, at nú stóð nýggi Hvalbiartunnilin næst í bíðirøðini og um 5-6 ár fór at vera koyrandi norður um Fjall gjøgnum nýggjar tunlar. 

 

Løgmaður tók kortini tað fyrivarni, at treytin fyri hesum var, at vit framhaldandi høvdu búskaparligan viðvind. 

 

Búskaparligu fyritreytirnar hava hildið, men tað hava lyftini frá løgmanni avgjørt ikki gjørt. Nú meira enn tvey ár eftir at Henrik Old sveiggjaði grindaknívin á Viðareiði er Hvalbiartunnilin ikki so mikið sum útboðin.

 

Hóst talið av skrásettum akførum er økt í stórum seinastu árini, so tykjast tað at vera mong í samgonguni sum fegnast um tunnilsstoppið og tey siga við ein munn, at einki skal henda í Norðoyggjum, fyrr enn grindaknívurin hevur verið í Hvalba.

 

Um orð løgmans fyri tveimum árum síðan vóru eftirfarandi, so koyrdu vit norður um Fjall gjøgnum nýggjar tunlar um 3-4 ár. Men so átti arbeiðið eisini at verið ávegis nú.

 

Samstundis sum landsstýrið hevur sett tunnilsstopp hevur ferðavinnan ment seg í stórum. Eg koyri nógv í tunlunum norður um Fjall og støðan er ótespilig. Hetta summarið hevur í ólukkumát prógvað tað sum mong hava óttast. Ferðsluteljingarnar hjá Landsverk siga, at ferðslan er methøg.  

 

Eg havi sæð nógvar útlendskar bilførarar í føroyskum leigubilum fara inn í 280 cm breiða holið, har 1600 bilar koyra hvørt  samdøgur. Tað tekur hesum útlendingum 3-4 ferðir so langa tíð at koma gjøgnum holið sum staðkendum bilførarum. Farleiðin norður um Fjall er ein deyðsfella - ein stór landaskomm og skommin hevði ikki fingið loyvi at staðið órørd, um trupuleikin landsfrøðiliga lá nærri Tinganesi.

 

Hóast løgmaður fyri tveimum árum síðani lovaði fólkinum norðan Fjall nýggjar tunlar um 5-6 ár, er snøgt sagt einki hent uttan tað, at Eysturoyartunnilin er komin tvey ár nærri. Og hesin tunnil letur upp um tvey ár. Tá verður ruðuleikin norður um Fjall fullkomin, og tað er helst bert ein spurningur um tíð, áðrenn hetta fer at kosta mannalív. Men landstýrið stingur bert høvdið í sandin.

 

Vit løgdu eitt uppskot fram á ting í vár um framskundan av tunlum norður um Fjall. Men uppskotið varð felt. Fleiri samgongufólk vóru jalig mótvegis uppskotinum, men tey settu sítt álit á løgmann, sum skuldi koma við eini loysn. 

 

Eisini varð sagt, at løgmaður skuldi kalla allar floksformenninar saman, fyri at fáa eina breiða semju um framskuldan av tunnilsloysnini. Og vit hava bíðað í spenningi.

 

Men einki hoyrdist frá Aksel. Hann skuldi gera sínar ”kanningar”, um til bar at framskunda tunlarnar, men har er tøgn. Óivað hevur løgmaður gjørt sínar ”kanningar”. Kanningin merkir helst, at løgmaður  spyr Poul Michelsen og Kristinu Háfoss um tað ber til at framskunda tunlarnar norður um Fjall. 

 

Hesi siga sjálvandi ”nei”, tí økið norðan Fjall er teimum púra óviðkomandi. So er kanningin hjá løgmanni liðug og Aksel situr eftir sum ryssa yvir deyðum fyli. Løgmaður er ein fittur maður og hann tekur óivað trupuleikan í álvara, men eg havi ein illgruna um, at hann hevur ov lítið at siga í Tinganesi. Har eru tað onnur ið seta dagsskránna.

 

Samstundis roynir Miðlahúsið sum vant at verja javnaðarflokkin, og ákærir okkum, sum hava lagt tunnilsuppskotið framaftur á ting, at vilja broyta tunnilsraðfestingina (oddagrein  29/8). Blaðstjórin sigur at vit ætla at broyta raðfestingina og fáa Hvalbiartunnilin afturum í bíðirøðini. Hetta er beinleiðis lygn og tað veit Eirikur Lindenskov væl! Trupuleikin er ikki at tunlarnir norður um Fjall standa aftanfyri Hvalbiartunnilin. Trupuleikin er ábyrgdarleysa tunnilsstoppið, sum sitandi landsstýrið hevur tryggjað!

 

Einki landsstýri hevur tosað so nógv um tunlar sum núsitandi landsstýri. Og einki landsstýri hevur gjørt so lítið við at fremja tunnilsgerð sum núsitandi landsstýri. Tað eru liðin umleið 3½ ár síðan seinasta skotið varð latið av í Viðareiðistunlinum; og Hvalbiartunnilin, sum stóð næst í bíðirøðini, er framvegis ikki útboðin. 

 

Um tunnilspolitikkin hjá sitandi samgongu er stutt at siga. Tey hava sitið við valdinum í trý ár, men tey hava ikki borað ein einasta metur.

 

Men nú liggur uppskotið um framskundan av tunlunum norður um Fjall aftur á tingborði. Tey samgongufólk sum feldu uppskotið í vár við tí grundgeving, at løgmaður sat við ”loysnini”, mugu so aftur finna eina kreativa undanførslu, um tey einaferð enn ætla at fella uppskotið. Harvið tryggja tey,  at  landaskommin og deyðsfellan í Norðoyggjum verður varðveitt.

 

 

Jákup Mikkelsen, 

løgtingsmaður