Steðga á og siga takk

Porkeri: Mikukvøldið í næstu viku verður ein serstøk gudstænasta hildin í Porkeris kirkju.

Talan er um ein sonevnda heyst- og takkargudstænastu, sum verður munandi øðrvísi enn tann vanliga hámessan ein sunnumorgun.

Gudstænastan verður skipað uttan prædiku. Ístaðin tekur sóknarpresturin, Patrick de Neergaard sær av tí liturgiska partinum, meðan teir tríggir deknarnir við kirkjuna fara at lesa tekstir ímillum sálmarnar.

- Tað er bæði gagnligt og gott at kunna steðga soleiðis á og siga takk. Tað er okkara kristna trúgv, at Gud er við í tí gerandisliga; at tað eydnast okkum at fáa fisk av grunni og grøðina til høldar, sigur Zakarias Bech, formaður í kirkjuráðnum í Porkeri. 



Kirkjan í Porkeri er ein av gomlu trækirkjunum í Føroyum. Hon varð vígd 19. september 1847 av Andreas Djurhuus, Hvalbiarpresti.