Stavraðið

Til at kunna leita eftir ávísum orði í orðalista, t.d í orðabók, rættskrivingarorðalista, leitorðalista í yrkisbók, navnalista í telefonbók o.s.fr., er neyðugt at duga stavraðið uttanat, eitt stavrað, sum kann nýtast til allar í okkara samfelag vanligar orðalistar, eisini t.d enska orðabók. Rímiliga er tað gott, at duga fremmanda stavraðið á fremmandamálinum; men fólk flest munnu kortini innantanna leita sambært tí »almenna« stavraðnum, tey á fyrsta sinni í lívinum lærdu, annaðhvørt tað so rúmar øllum vesturlendskum stavum ella bert teimum til tað fáu, sum nýttir verða í móðurmálinum.

Tíverri eru tað ikki øll, ið duga nakað stavrað; og tey duga sostatt ikki rímiliga væl at leita í nøkrum stavraðaðum orðalista, t.d. nøvnum í telefonbókini. Tey, ið bert hava lært tað serføroyska stavraðið (við ongum c, q, w, x) eru eisini illa fyri!

Sostatt man vera longst sum best, at skúlabørn alt fyri eitt læra eitt føroyskt-vesturlendskt stavrað. Bókstavirnir verða sjálvandi nevndir á móðurmálinum (A [ea], Á [oa]/[a], H [há], K [ká], Y [i] ) – sjálvljóðini her sum aðrastaðni nevnd sambært tí langa ljóðvirðinum í móðurmálinum:

 

A Á B C

D Ð E F G H

I Í J K L M N

O Ó P Q

R S T U Ú V

W

X Y Ý

Z Æ Ø

 

Hetta føroyska stavraðið ber til at syngja við lagnum til »Vilt tú, vilt tú ...,« meðan so hvørt verður peikað barninum á bókstavirnar.

– Danska å og íslendska “thorn” verða eftir tørvi sett aftast í raðnum.

 

Vanliga eigur í rættskriving at verða undirskilt, at tað bert er neyðugt at tilskila »seinna (æ, y, ý).« Verður einki tilskilað í møguligum ivamálum, er tað rímiliga tað nógv vanligara »fyrra (a, i, í)« á líkan hátt, sum tað vanliga bert er neyðugt at skila til, nær tað er við »stórum« - annars er undirskilt, at tað man vera við »lítlum.«

Í lesing ger tað ongan lesimun, bert merkingarmun, um vit nýta »fyrra« ella »seinna.«