Stavn um stavn á Sandi

Intensa toppuppgerðin endaði við javnleiki, eftir at B71 hevði verið frammanfyri 2-0. Í botninum tykist størsti spenningurin at snúgva seg um, um tað eydnast at fáa dystirnar frá hondini ella ikki

22. umfarið broytti ikki serliga nógv um støðuna í deildini. B71 og AB býttu stigini millum sín á Sandi. LÍF vann, meðan TB tapti. Tað ber við sær, at B71 og AB framvegis eru stór favorittar at flyta upp, meðan LÍF hevur lagt seg trý stig framum TB í kappingini um bronsumerkini.
                      Í botninum er størsti spenningurin, um tað eydnast at fáa dystirnar avgreiddar. Hesa ferð varð uppgerðin, sum sambært skránni skuldi verið spæld í Vági, ikki fingin frá hondini.
                      Fyrrapartin í vikuni gjørdi kappingarnevndin av, at VB/Sumba skuldi strikast úr kappingini, eftir at liðið ikki hevði møtt upp til tveir útidystir. Men eftir at VB/Sumba hevði sagt formanninum í kappingarnevndini, at teir høvdu boðað frá, at teir ikki fóru at møta til dystin í Sandavági fyri nøkrum vikum síðani, varð avgjørt, at VB/Sumba skuldi halda fram í kappingini.
                      Men sørvingar vóru ikki í Vági, sum tað annars var ásett í skipanini, at teir skuldu vera. Í tíðindaskrivi boðaði SÍ leygardagin frá, at teir fingu boðini um, at teir kortini skuldu til Vágs, á middegi fríggjadagin. Tá høvdu teirra spælarar lagt aðrar ætlanir fyri vikuskiftið enn at spæla fótbólt. Tað høvdu teir boðað frá, og teir vilja hava, at dysturin verður spældur eina aðra ferð.
 
B71-AB
Í tveimum teimum fyrstu innanhýsis uppgerðunum, sum báðar vóru á Argjum, hevði AB fingið øll stigini. Í 1. hálvleiki var tað týðuligt, at B71 ætlaði sær at fáa stigini hesa ferð. Heimaliðið legði bragdliga fyri, B71 var fyrri á bóltinum, sandoyingar vunnu nærdystirnar, og tað vóru teir, sum áttu møguleikarnar.
                      Jónsvein Thomsen setti hol á fyri B71 eftir eitt korter. Magnus Olsen átti innleggið úr vinstru, og Magnus Poulsen hevði tvær framúr hálvbjargingar eftir Clayton Soares royndir, áðrenn Jónsvein Thomsen setti bóltin í málið.
                      Lítið korter seinni økti B71. Hesa ferð var tað væl upplagdi Wellington Soares, sum úr høgra horni á málteiginum sendi millum beinini á væl upplagda AB málverjanum. Aftur hesa ferð var Clayton Soares við í uppspælinum.
                      AB var leingi um ein háls. Men fram móti steðginum fótaðu argjamenn sær, og eftir hvíldina vóru teir ágrýtnari og greitt omaná. B71 misti samanspælið og flytingarnar burtur, og AB var meiri ágangandi.
                      Eftir stóran tíma fekk AB brotsspark eftir innlegg. Dómarin metti, at Allan Mørkøre varð togaður niður. Veteranurin sendi sjálvur í málið. So luktaði AB blóð, og trettan minuttir undan leikloki javnaði innskifti Tummas Hans Rubeksen. Jón Nielsen legði flatt innfyri úr vinstru, og Tummas Hans smekkaði flatt inn við nærra stólpanum.
                      2-2. Báðir partar høvdu møguleika at avgera, men tað eydnaðist ikki, og úrslitið mundi vera at liva við.
 
KÍ-Royn
Eftir at tað leingi hevði verið rættuliga javnt, vann KÍ 4-1 á Royn, sum ikki koppaði, fyrrenn minni enn eitt korter var eftir.
Í 1. hálvleiki kom bara eitt mál. Tað skoraði Jósup Henriksen miðskeiðis í 1. hálvleiki eftir uppspæl í høgru.
                      Níggju minuttir eftir steðgin misti KÍ Hans Michael í Mittúni, sum fekk beinleiðis reytt kort. Minuttin eftir javnaði Frits Eið fyri Royn við fínum langskoti heilt upp í hornið, og so var Royn væl við, uttan at hvalbingar tó vóru serliga vandamiklir.
Trettan minuttir undan leikloki legði innskifti Álvur F. Christiansen KÍ framum, tá ið hann eftir góða sending fram í høgru rann verjuna av. Tíggju minuttir undan leikloki varð Aleksander Djordjevic, sum hevur ábyrgdina av næstbesta KÍ liðnum og hevði sett seg sjálvan inn, leysur í brotsteiginum, og so var 3-1 til KÍ.
Fýra minuttir undan leikloki varð Frits Eið hjá Royn rikin av vøllinum, eftir at hann fyri aðru ferð hevði sæð gult, og í næstsíðsta minutti slerdi Álvur F. Christiansen 4-1 heimasigurin fastan, tá ið hann varð leysur í brotsteiginum.
 
TB-HB
Kanska hava tað verið TB viðhaldsfólk, sum hava droymt um, at teirra lið longu næsta ár skuldi verða partur av bestu deildini. Hetta var eitt skifti ivaleyst av røttum, tí tað gekk væl hjá TB.
                      Leygardagin varð staðfest á Sevmýri, at TB ikki verður partur av bestu deildini í 2007. Næstbesta liðið hjá HB vitjaði, og gestirnir høvdu størri tyngd í. TB hevði bóltin væl meiri, enn HB hevði hann, men tað gekk syndarliga illa hjá heimaliðnum at spæla seg til málmøguleikar.
                      HB lúrdi eftir møguleikum at fara í snarálop, og teir vóru fleiri ferðir tætt við at fáa mál. Tað eydnaðist teimum eina ferð at fáa bóltin í TB málið, og tað var nóg mikið.
                      Stívliga tíggju minuttir eftir steðgin gjørdist Krzystof Popczynski leysur eftir skjótálop, og so var eingin bøn hjá TB. 1-0 til HB.
 
LÍF-FSVágar04
Hóast fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging og eitt lot so fylgdu leirvíkingar trúfastir sínum fótbóltsliði, og tað loysti seg, tí LÍF vann 1-0 móti FSV04.
                      Einsamalla málið fekk LÍF, tá ið smáir tíggju minuttir vóru farnir. Leikandi venjarin, Hans Fróði Hansen, var fyrstur á hornasparksinnleggi, og við høvdinum sendi hann bóltin í málið aftanfyri Trúgva.
                      Tað tóktist lætt hjá LÍF at spæla seg ígjøgnum í borðunum í 1. hálvleiki, men tað tættnaði hjá FSV04, tá ið teir skiftu frá 3-5-2 og til 4-4-2 leikháttin.
                      Eftir steðgin hevði FSV04 lotið undan. Gestirnir høvdu greiða leikliga yvirvág, og teir høvdu møguleikar at gera mál, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa mál.
 
 skifti