Írska fótbóltssambandið váttaði fríggjadagin gitingarnar um, at tað verður Steve Staunton, sum nú skal taka við leiðsluni av landsliðnum. Sum hjálpara hevur hann ongan minni enn Bobby Robson
Tað hevur verið væntandi frá flestu síðum, at tað bleiv Staunton, sum skuldi loysa Brian Kerr av. Kerr fekk sekkin, tá tað ikki eydnaðist Írlandi at spæla seg til HM-endaspælið í okkara bólki.
Hóast hetta er fyrsta venjarastarvið hjá Staunton, so er hann ikki nakar unglingi í fótbóltshøpi. 102 feðrir spældi hann fyri Írland, og hetta er met. 16 av hesum dystunum var hann liðskipari, og í feløgum sum Liverpool og Aston Villa hevur altíð væl stríðandi Staunton gjørt nógv um seg sum spælari.
Í Írlandi rokna tey við, at Staunton fer at megna leiklutin at motivera spælarar sínar til stórar uppgávur fyri Írland. Hartil hevur hann fyrsta árið eisini fingið avtalu við fyrrverandi enska landsliðsvenjaran, Bobby Robson, um at hesin skal koma við góðum ráðum. Og eisini hetta verður mett sum sannur fongur fyri Írland.