Í dag eru lagnuboð at frætta frá enska rockbólkinum Status Quo, sum á drúgvari yrkisleið eisini hevur vitjað í Føroyum.
Gittarspælarin Rick Parfitt, sum var 68 ára gamal, er deyður á sjúkrahúsi í Spania. Tað upplýsir umboðsmaðurin hjá honum.
Rick Parfitt var hósdagin innlagdur á sjúkrahús í Marbella har suðuri í Spania. Orsøkin var, at ilt var komið í ein gamlan akslaskaða. Hóskvøldið doyði tónleikarin av einum álvarsomum bruna í økslini.
- Rick gleddi seg sera nógv til 2017, tá hann skuldi seta gongd á sína solokarrieru. Hann skuldi geva ævisøgu og nýggja tónleikaútgávu út, sigur umboðsmaðurin í fráboðan.
Í oktober fekk Rick Parfitt ein hjartatilburð, og eftir tað tók hann seg úr Status Quo, sum hann hevði spælt við í eina hálva øld.
Eftir Rick Parfitt sita konan Lyndsay, tvíburarnir Tommy og Lily og vaksnu børnini hjá honum Rick Jnr og Harry.
Her ber til at lesa grein hjá The Guardian (á enskum máli) um Status Quo, og hví teir eru mest undirmetti bólkurin í enskari rocksøgu.










