Status quo í oddanum

Wayne Rooney, Didier Drogba og Nicklas Bendtner skoraðu allir um vikuskiftið, og støðan er óbroytt millum tey trý í oddanum í Premier League. Tveir av komandi dystinum hjá Manchester United eru ímóti Liverpool og Chelsea

Tað eru áleypararnir hjá oddaliðnum, ið stjala forsíðurnar fyri tíðina. Wayne Rooney skoraði tvey fyri Manchetser United, Didier Drogba gjørdi tað sama á Stamford Bridge, meðan Nicklas Bendtner skoraði avgerandi málið í evstu løtu fyri Arsenal. Tað er væl hugsandi, at meistaraheitið fellur tí felagnum í lut, sum hevur besta áleyparan síðstu átta dystirnar.
Hóast Bendtner ikki kann sigast at vera á sama stigi sum Rooney og Drogba, so hevur hann síðstu vikuna víst, at hann kann gerast týdningarmikil fyri Arsenal. Eftir ein vánaliga dystin móti Burnley fyri góðari viku síðani, hevur danin skorað fýra mál í tveimum dystum.
Tað er langt síðani, at tað hevur verið so spennandi í oddanum í Premier League. Trý lið liggja stavn um stavn, nú bara átta umfør eru eftir at spæla.

Eingin avskrivast
Hevur kappingarárið í ár lært okkum nakað, so er tað ikki at avskriva nakað lið. Fyri einum góðum mánað síðani tapti Arsenal greitt fyri bæði Manchester United og Chelsea. Tá vóru tað fá, ið vóru samd við Arsenal venjaranum, Arsene Wenger, tá hann segði, at Arsenal enn hevði møguleika at vinna Premier League.
Í dag eru tað fleiri fótbóltsviðmerkjarar, ið halda, at Arsenal hevur lættari dystir eftir, enn Manchester United og Chelsea. Chelsea var eisini eitt tíðarskeið greitt á odda, men hevur eisini mist óvæntað stig. Sir Alex Ferguson segði tá róliga, at um teir vóru í nánd av Chelsea eftir jól, so var hann fegin.
Manchester United vann um vikuskiftið á heimavølli móti Fulham. Aftur hesa ferð var tað Wayne Rooney, ið hevði høvuðsleiklutin við tveimum málum. Sir Alex og Rooney eru í tí støðu, at teir kunnu avgera alt sjálvir. Teir fáa nevniliga vitjan av Chelsea fyrst í apríl, og tað kann í nógv mátar blíva dysturin, ið verður avgerandi fyri, hvør vinnur Premier League. Vinnarin av dystin kemur í eina góða støðu, men endar hann javnt, so er klárt hjá Arsenal at traðka fram.

United yvirhálar
Veddingarfyritøkan William Hill hevur Manchester United og Chelsea sum favorittar at vinna Premier League. Bæði geva pengarnar aftur hálvatriðju ferð aftur, meðan Arsenal gevur pengarnar hálvafjórðu ferð aftur. Teir meta sostatt, at Manchester United og Chelsea hava líka góðan møguleika at vinna Premier League, meðan møguleikarnir hjá Arsenal eru eitt sindur verri. Flestu veddingarfyritøkur hava áleið somu odds.
Øll trý liðini eru enn við í Champions League. Manchester United og Arsenal eru komin víðari til fjórðingsfinaluna, meðan Chelsea týskvøldið fær vitjan av gamla venjaranum, José Mourinho, og hansara Inter Milan.
Manchester United fær komandi vikuskiftið vitjan av Liverpool, sum hevur vunnu síðstu tríggjar innanhýsis dystirnar teirra millum. Vinnur Manchester United enska meistaraheitið í ár, so er tað nummar 19, eitt fleiri enn Liverpool. Hetta er tí ikki bara ein vanlig grannauppgerð, men seinasti møguleikin hjá Liverpool at forða Manchester United í at gerast felagið við u meistaraheitunum í Onglandi.
Arsenal fær vitjan av West Ham, meðan Chelsea skal til Blackburn.
So er spurningurin bara, um tað verður Rooney, Drogba ella kanska »outsidarin« Nicklas Bentdner, ið fer avstað við forsíðuni komandi vikuskifti…

Úrslit, Premier League

Leygardagin
Tottenham-Blackburn 3-1
Birmingham-Everton 2-2
Bolton-Wigan 4-0
Burnley-Wolverhampton 1-2
Chelsea-West Ham 4-1
Stoke-Aston Villa 0-0
Hull-Arsenal 1-2

Sunnudagin
Manchester United-Fulham 3-0
Sunderland-Manchester City 1-1