Status quo í botninum

B68 og ÍF áttu hvør sín hálvleik, men bæði málini í botndystinum á Toftum vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Aðrir kjansir vóru at gera mál, men hvørki liðið kláraði at tryggja sær sigurin, og so var støðan í botninum tann sama sum undan dystinum


B68 var rættiliga í miðdeplinum undan botndystinum ímóti ÍF á Toftum sunnudagin. Venjarin Jóannes Jakobsen gavst í starvinum um vikuskiftið, eftir at spælarar og leiðsla høvdu havt fund hóskvøldið.
Nýtt venjarapar til dystin sunnudagin var Julian Johnsson og Edmund Jacobsen, og teir skuldu fáa B68-liðið at fóta sær eftir avsmurningin á Eiði seinasta mánakvøld.
Tann stóra venjaraeffektin fekst ikki burturúr hesaferð, men framgongdin var so fræg, at B68 fekk javnleik burtur úr dystinum ímóti ÍF.
ÍF lá aftast  eitt stig aftanfyri B68  og taparin av dystinum hevði komið sær í eina sera keðiliga støðu. Hinvegin kundi vinnarin fáa eitt sindur av luft í botnstríðnum.
 
Málini komu í fyrra hálvleiki
B68 byrjaði dystin betur enn ÍF. Fyrsta hálva tíman sat B68 á tí mesta, meðan ÍF als ikki spældi seg til nakran veruligan málkjans.
Longu eftir ein minutt spældi B68 seg til fyrsta kjansin, tá ið Julian Johnsson stútaði ímóti málinum, men Andras Gango bjargaði.
Málini í dystinum komu bæði í fyrra hálvleiki, og tað vóru bert tríggir minuttir ímillum tey.
Tað var B68, sum legði fyri, tá ið Kristian Anton Andreasen, ið spældi væl í høgru síðu, fór fram við einum ÍF-verjuspælara og legði innfyri málið. Har kom Jann Ingi Petersen og stórleypandi, og hann setti høvdið á bóltin, sum streyk í málið til 1-0.
Lítla løtu seinni var galið í hinum endanum. Atli Petersen varð feldur av B68-málverjanum, og so kundi dómarin ikki gera annað enn at døma brotsspark. Tað setti Bartal Eliasen trygt í málið 1-1.
 
ÍF tók yvir
ÍF hevði verið púra fyri ongum fyrsta hálva tíman, men eftir at B68 hevði skorað, kom liðið betur við í dystinum, og í seinna hálvleiki vóru tað fuglfirðingar sum høvdu leikliga yvirvág.
Hanus Eliasen stríddist óført í álopinum, og við einum væl uppløgdum Høgna Zachariasen á framrættaðum miðvallarplássi skapti ÍF av og á vandamiklar støður kring B68-málið.
Dánjal Pauli Højgaard hevði ein lobbara, sum B68-málverjin fekk bjargað, Hanus hevði skot úr góðari støðu, og Høgni Zachariasen søkti meira enn einaferð á málið við stútarum. Harafturat vóru eisini fleiri deyðbóltsstøður, sum ÍF royndi at gera sær dælt av.
B68 spældi í seinna hálvleiki meira kontra, og teir komu eisini til onkrar kjansir. Súni Fríði Barbá hevði ein góðan kjans, tá ið hann setti høvdið undir bóltin við aftaru stong, men stútarin fór við síðuna av málinum. Innskifti Ralph van Dooren hevði eisini eina góða skotroynd, men ÍF-málverjin bjargaði.
Endin var tí, at hvørki av liðunum fekk sigursmálið, sum tey so gjarna vildu hava, og javnleikur hevði við sær eitt sig í part. ÍF er tí framvegis aftast og B68 næstaftast í Formuladeildini.
 


B68 3 bóltar
ÍF 3 bóltar