Staturin skal hava meiri burtur úr oljuni

Danska stjórnin vil nú hava A.P.Møller-Mærsk at rinda meiri fyri oljurættindini í Norðsjónum.

Borgarliga stjórnin í Danmark leggur nú trýst á risastóru fyritøkuna A.P.Møller-Mærsk fyri at fáa hana at rinda ríkiskassanum størri part av vinninginum av oljuframleiðsluni í danska partinum av Norðsjónum.

Galdandi sáttmáli millum statin og A.P.Møller er galdandi í tíggju ár afturat, men Bendt Bendtsen, vinnumálaráðharri, sigur, at stjórnin vil hava meiri burtur úr sáttmálanum. Leiðslan í A.P.Møller-Mærsk hevur sagt, at verður avgjaldið til statin hækkað, kann roknast við, at áhugin fyri at leita eftir nýggjum olju- og gassleiðum og at gera nýggjar íløgur í vinnuna verður tilsvarandi minni. Harafturat hevur leiðslan sagt, at hægri avgjald fer at avmarka áhugan hjá felagnum og øðrum feløgum at bjóða upp á tey donsku rættindini, tá verandi sáttmáli fer úr gildi. Men hetta tykist ikki ávirka ráðharran.

A.P.Møller-Mærsk eigur 39 prosent í Dansk Undergrunds Consortium, sum seinastu 41 árini hevur havt rættindini til at vinna olju og gass í danska partinum av Norðsjónum, og hildið verður, at avlopið hesi árini hevur verið slakar 61 milliardir krónur. Serliga tey seinastu árini er avlopið vaksið nógv.

Í februar kravdi ein meiriluti í Fólkatinginum, at stjórnin skal kanna, um tað ber til at útvega ríkiskassanum størri part av olju- og gassvinninginum.Teir báðir stjórnarflokkarnir vóru ímóti avgerðini, men noyddust at gera eftir kravinum frá meirilutanum.

Vinstravongurin í Fólkatinginum sigur, at ríkiskassin skal hava millum tríggjar og tíggju milliardir krónur um árið aftur fyri oljurættindini, og Framburðsflokkurin, sum annars er stuðulsflokkur hjá stjórnini, hevur kravt, at avgjaldið til ríkiskassan skal hækka munandi.