Staturin kundi fingið nógv meiri fyri oljuna

Tann danski ríkiskassin kundi havt fingið munandi meiri pengar burtur úr oljuni í Norsjónum, enn hann hevur fingið. Hinvegin hava oljufeløgini A.P. Møller - Mærsk, Shell og Chevron forvunnið ovurhonds nógvar pengar burtur úr oljuni.

Politiken skrivar í dag, at sambært nýggjum útrokningum hevur ríkiskassin mist 74 milliardir krónur, síðani verandi oljuavtala varð gjørd við Mærsk í 2003. Tølini vísa, at við einum oljuprísi oman fyri 100 dollarar fyri tunnuna missir staturin 10 milliardir krónur um árið.

Í 2001 mælti ein serlig oljuskattanevnd politikarunum til at broyta lógina, soleiðis at staturin skuldi fáa upp í 84 prosent av oljuinntøkunum, tá prísurin var góður, men stjórnin fylgdi ikki tilmælinum, tá tann nýggja avtalan varð gjørd tvey ár seinni, skrivar Politiken.

Í gjár visti DR at siga, at tann nýggja stjórnin ætlar sær at endurskoða avtaluna um oljuna í Norðsjónum.