Staturin Georgia fer helst at leggja sak ímóti Trump

Ansvekjandi tíðindi um sakarmál ímóti Trump. Men Reuters tók straks ein part av søguni aftur

 

Amerikanski staturin Georgia fer at leggja sak ímóti fyrrverandi forsetanum Donald Trump fyri roynd upp á at broyta valurslitið í 2020 við forsetavalið, upplýsir ein dómstólur sambært tíðindastovuni Reuters.

Tíðindastovan dregur tó ein part í land aftur í mun til fyrstu boðini beint frammanundan, um at ein ákæra liggur klár ímóti republikanaranum Donald Trump.

Dómstólurin í Fulton County, sum Reuters í fyrstu syftu vísti til, hevur er ikki komin við nakrari viðmerking.

Og boðini um, at sak verður løgd ímóti Trump, er sambært Reuters tikin burtur av heimasíðuni hjá dómstólinum. 

Sambært amerikonskum miðlum er tað tó væntandi, at Georgia fer at leggja sak ímóti Trump í hesi vikuni.

Trump tapti valið í Georgia til Joe Biden. Men hann royndi at sannføra innanríkisráðharran í statinum um at finna nóg mikið av atkvøðum til, at hann kundi gerast vinnari.

Men tað vildi republikanski innanríkisráðharrin ikki.

/ritzau/