Í morgun vitjar norska skúlaskipið Statsraad Lehmkuhl á Havnini. Skipið úr Bergen er bygt í Bremerhaven í 1914 og æt tá »Grossherzog Friedrich August«. Tað var tá skúlaskip fyri týska handilsflotan. Undir fyrra heimsbardaga var skipið tikið av bretum, og skipið var í 1921 selt fyrrverandi ráðharranum, Kristofer Lehmkuhl. Síðani tað, burtursæð undir øðrum heimsbardaga, hevur skipið verið skúlaskip í Bergen.
Skipið vitjar á Havnini hetta vikuskiftið, og fer avstaðaftur mánamorgunin.